Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Almennir ákærar í Rom falla frá sak um kynsligan ágang

Andøvsløtan | 14/10-2018 18:30

Almenni ákærin í Rom hevur gjørt av at vísa eini ákæru aftur frá eini kvinnu, ið hevur skuldsett ein fv politikara og fótboltsforseta fyri at kráma uppi á sær.

Amerikanar seta ofta alt USA upp eftir enda, tá kvinnur skuldseta skendskar menn fyri at hava verið næskir. Tað gevur at býta, nú ein konservativur dómari, ið Trump hevur innstillað til sæti í hægstarætti, er skuldsettur fyri sum 17 ára gamal at hava verið sera nærgangin við hana sum 15 ára gamla.

Tey skulu fyri 36 árum síðan havt verið til eina veitslu. Men hon minnist ikki, hvar veitslan var, hvussu hon var komin til veitsluna, og hvussu hon kom heimaftur. Eitt vitni, hon heldur seg minnast sá tilburðin, avnoktar alt blankt.    

Italienar hin vegin eru meiri sinniligir í rættarmálum um kvinnuligar ákærur móti kávandi monnum. Tað hendi í dómhúsi í Róm herfyri, tá almenni ákærin fall frá eini skuldseting móti fv. formanninum í italska fótbóltsambandinum.

Elizabetta Cortani, forkvinna í Lazia Kvinnuklubbinum, hevði skuldsett Carlo Tavecchio fyri at hava tikið upp undir seg. Video skal vera av hendingini. Hon hevur tó neyvan verið á hædd við ein kensluløddan italskan kærleiksfilm, tí Tavecchio er 75 ár, hevur bonaðan skalla, brúkar hornbrillur og vigar 130 kilo.

Ein kundi vænta, at ein ¾ árhundrað gamal grísur fekk harða viðferð. Men italienar eru turrisligir, tá um ósskotligan kynsleik millum mann og kvinnu ræður. Rætturin vísti kæruni frá sær, lutvíst tí at Cortani er 51 ára gomul og tí nóg roynd í ástarleiki til ikki at líða varandi sálarligt mein, skrivaði Guardian.

Tavecchio hevur annars havt tað trupult starvsliga, síðan hann tók seg aftur sum forseti í italska fótbóltssambandinum í fjør, tí at italska landsliðið ikki kvalifiseraði seg til Heimsmeistarakappingina, World Cup, í fótbólti.

Tað at vera næskur við Elizabettu Cortani, forkvinnu í Lazia Kvinnufelagnum, er ikki einasta dáragerð, italski fótbóltsforsetin hevur gjørt seg sekan í.

Í 2014 fekk Tavecchio karantenu í 6 mánaðir fyri rasismu, tí hann alment segði um ein afrikanskum fótboltsleikara, Opti Poba, at hann “át bananir”, áðrenn hann kom úr Onglandi til Italia at leika fótbólt.

Tavecchio gjørdi eisini nokk so fittan aldugang í italskum miðlum, tá hann í fjør skjeyt upp, at italsk fótbóltsstadion kundu verða karmur um “lap dans.”

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi