Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Játta 100.000 kr. til nýggjárshald í Vestmanna

Innanlands, Mentan | 11/10-2018 14:00
Vágvingar hava felags nyttárshald | Mynd: Annika Olsen

Eins og vágbingar fara vestmenningar í framtíðini at hava felags nýggjárshald. Higartil hevur verið siðvenja, at hvør býlingur sær hevur skipað sítt egna nýggjárshald.

Í meira enn 50 ár hava vestmenningar í teimum ymiskum býlingunum sett blikk upp kring bygdina og á Oyggjarvegnum. Blikkini koma frá húsarhaldunum og frá skipum.

Hendan skipanin hevur hepnast fyrimyndarliga væl og hevur verið uttan kostnað fyri Vestmanna kommunu, og tó at kommunan latið hevur latið olju og okkurt leskiligt til býlingarnar.

Um skipanin við blikkunum heldur fram, vita vit ikki, men í framtíðini ætlar Vestmanna kommuna at hava felags nýggjárshald, so vestmenningar hitast á einum stað til hugna.    

Fíggjarnevndin hjá Vestmanna kommunu viðgjørdi á fundi 19. september 2018 málið, tí at ynski hevur í fleiri ár
verið at skipa fyri felags nýggjárshaldi við kyndlagongu og fýrverki fyri allar vestmenningar.

Nevndin staðfestir, at "Sum støðan er, verða bál brend ymsastaðni í bygdini uttan felags samskipan. Nakrir av bólkunum hava tosað um at skipa fyri felags haldi í bygdini." Nevndin samtykti at leggja hugskotið fyri bygdarráðið til støðutakan.

25. september var so Vestmanna bygdaráð á fundi um málið. Eitt samt bygdaráð tók undir við hugskotinum og samtykti at játta upp til kr. 100.000 á endurskoðaðu fíggjarætlanini fyri Vestmanna Kommunu fyri 2018.

 


Lagt út: Red.
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi