Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Kirkjan má vera oftari opin

Innanlands | 11/10-2018 13:28
Marius Rein og Ann Dahl Hansen | Mynd: folkakirkjan.fo

Tað verður mangan tikið til – og kanska av røttum – at tær føroysku kirkjurnar eru alt ov lítið opnar.  Hetta skal skiljast so, at kirkjan er opin sunnu- og halgidagar, tá gudstænasta er, og aðrar dagar, tá onkur serstøk tænasta er, sum til dømis ein jarðarferð ella ein konsert. Tað skrivar folkakirkjan.fo les alt her:

Hesin veruleiki er helst galdandi fyri flestu av kirkjum okkara. Men nú ætla tey í Havnar kirkju at broyta hesa siðvenju, um ein kann kalla tað so. 

- Vit ynskja snøgt sagt, at okkara kirkja skal vera oftari opin enn áður, sigur Marius Rein, sum er formaður í kirkjuráðnum. 

Hetta segði hann í práti við útvarpskvinnuna, Rannvu G. Fossaberg, sum mikumorgunin vitjaði Havnar kirkju í sendingini ”Góðan morgun, Føroyar”. 

Útvarpskvinnan var farin oman í kirkjuna at hitta formannin í kirkjuráðnum og prestin, Ann Dahl Hansen í samband við eitt nýtt tiltak, sum kirkjan skuldi fara undir dagin eftir (tað vil siga í dag, hósdagin 27. september). 

Tiltakið kalla tey snøgt sagt fyri ”Morgunandakt í Havnar kirkju”. 

EITT GOTT ORР
Marius Rein greiddi í samrøðuni frá, at bæði kirkjuráðið og prestarnir við kirkjuna hava tosað saman um, at kirkjan er ov lítið opin, serliga í vetrarhálvuni. 

- Vit hava sjálvandi gudstænasturnar sunnu- og halgidagar, men umframt tiltakið ”Nánd” sum er triðja hvønn mikudag, er hon lítið brúkt. 

- Vit ynsktu tí, at henda vakra og 230 ára gamla kirkjan í hjartanum í Havn, skuldi verða meiri brúkt. Tí kom hugskotið fram um at hava eina morgunandakt hvønn hósdag fyrrapart, segði hann. 

Við hesum bjóða tey fólki innar til eina friðarliga løtu við sangi og einum góðum orði við sær út aftur í gerandisdagin. 

- Men vit fara ikki at steðga her, tí vit eru avgjørt sinnaði at kirkjan skal vera opin oftari, enn hon er nú. 

- Hetta er so tað fyrsta tiltakið á hesi leið, sló Marius Rein altso fast. 

Arbeitt verður millum annað við at fáa eina kvøldargudstænastu skipaða, og óhugsandi er ikki, at onkur ungdómsgudstænasta verður sett á skrá seinni. 

15 MINUTTIR 
Presturin, Ann Dahl Hansen greiddi í Góðan Morgun, Føroyar frá, at ætlanin er ikki, at henda morgunandaktin skal gerast ov drúgv. 

- Nei, hon skal faktist ikki vara longri enn einar 15 minuttir, vísti hon á. 

Tiltakið byrjar sum ein vanlig gudstænasta við klokkuringing, præludium og einum góðum morgunsálmi. Eftir tað verður ein bøn biðin og eitt petti úr Bíbliuni lisið upp, áðrenn seinasti sálmurin var sungin og bønin Faðirvár var biðin. At enda lýsir presturin vælsignilsið, og so endar løtan við at klokkan ringir biðisløgini og urguleikarin spælir postludiumið. 

- Vanligt er, at kirkjufólkið fer at ganga út úr kirkjuni, tá urguleikarin byrjar at spæla. 

- Men vit ætla, at fólkið skal vera sitandi, til hann er liðugur at spæla. So kunnu tey savna tankar sínar um tað tey hava hoyrt, ella tey kunnu biðja eina bøn, sigur Ann Dahl Hansen. 

TIKIN TIL VIKS 
Tá gudstænastur verða hildnar, so liggja tær vanliga í einum tíðarbili, har fólk hava frí. 

Í hesum føri hevur ein tó valt at leggja hesa morgunandaktina mitt í arbeiðstíð – klokkan 10 ein hósmorgun, tá fólk flest eru bundin at sínum arbeiðsplássi og tí ikki kunnu fara haðani. 

- Vit hava sjálvandi hugsað um hetta, men tiltakið er ætlað øllum. Hinvegin, - tiltakið liggur soleiðis, at tað kanska í ein ávísan mun vendir sær til pensjónistar. 

- Men hetta er somuleiðis fyri fólk ið arbeiða niðri í býnum, ella hava einihvørji ørindi í býnum, og hava hug at vera tikin eitt sindur til viks úr einum mangan stressaðum gerandisdegi, vísti Ann Dahl Hansen á. 

(Nevnast kann, at undirtøkan var sera góð. Ann Dahl Hansen upplýsir fyri folkakirkjan.fo, at 80 fólk vóru til hesa fyrstu morgunandaktina!) 

Tað er Snorri Brend, sum skrivaði hetta 25.september á kirkjan.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Tíðindi klokkan 17:00
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi