Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyar og Føroyingar... Ja, hvat er at siga um okkum?

Innanlands | 13/10-2018 15:45

Nøkur 51.000 í tali, sum liva og virka her, í okkara so ofta nevndað: kæra "vælferðarsamfelagi", við einum arbeiðisloysi, sum hagstova Føroya fyri stuttum vistið at siga okkum, var minkað heilt niður á tey 1,7 prosentini. Fantastiskt, ha? Ella skuldi eg kanska heldur sagt: Framúrskarandi! Tí halt tær nú fast.. Jú, vit hava mín sann eisini okkara heilt egna, eksotiska mál, sum vit hava megnað at varðveitt og áhaldandi smíðað til og bygt uppí, líka til dagin í dag. 

Ja, nógv gott er at siga, um hesar vøkru, samskipaðu 18 oyggjarnar vit rópa fyri Føroyar. Okkara Føroyar.

Men so er tað føroyingurin. Hvat eyðkennir ein føroying? Hvørji viðri atskilir føroyska mannin ella kvinnuna, frá øðrum Heimsborganum kring 'knøttin'? Nú tosa vit ikki, um tey persónligu, sjálverkleraðu føroysku viðrini, sum vit tó so noyðast at kjakast um og forsvara, tá (sum so mangan) nú brádliga ein annar føroyingur, ikki deilir tey við tær. Tí hann metir nemliga SEG hava svarið uppá røtt, føroysk viðrir ella tað, sum hann heldur átti at eyðmerkt Føroyar.

Nei, vit tosa um felags viðrini, vit sum føroyingar hava.... Um nøkur?

Lat okkum byrja við "góðum gomlum".. Eru tað tey kristnu viðrini, tá vit jú so leingi hava ligið undir at verið: "Ein kristin tjóð?" Tí hvat eru so tey, sum í dag als ikki vilja meina, at hetta í 2018 er lýsing, ið átti at sermerkt Føroyar? Her eru jú eisini fólk, iđ vilja meina at tað er ein hóttan móti trúðarfrælsinum, sum fyri tey vigar meir, enn eitt nú morgunsangur í skúlunum ella ein andakt, í alment fíggjađu sendirásini. Her búgva eisini tey, ið vilja meina at tílíkt andaligt tilfar í almenna rúminum er direkta provokatión. So nei, neyvan eru tað tey kristnu viðrini sum eyðmerkja okkum, um øll skulu upp í leik.

Men hvat so við mat mentanini? Í Føroyum fara vit í grind, fletta seyð og gera vit sjálvi alt frá A-Z og so eta vit eisini hugagóð ein góðan, gamlan "føroyskan" grindabúff, meðan vit errin føla okkum so national, sum hevði tú bara vita.... Ella bíða nú, hvussu er? Neyvan fer Pál Veyhe, ella annar føroyingur við somu áskoðan um grind sum døgurða mat, mettur og vælsettur frá hesum sama borði, tú kanska enntá vildi kallað fyri, ja nærum "heilagt". Nei, kanska er tað ikki har vit skulu leita meðni...

Hvat við blíðni? Óspiltu, blíðu og umfevnandi føroyingarnar, sum so tiltiknir vilja kjúkla um útlendingin, sum vit jú elska kemur til deiligu Føroyar. Ella, leggja vit meir í hvussu nógv hann nú einafer legði eftir sær til landskassan ella um hann gongur frítt í hagalendum og melur? Vilja vit tá meina, at vit eru "for" blíð, ella eru tað aftur har tvídeildar meiningar um tað?... Allar helst.... Og soleiðis kundu vit hildi áfram, um bæði stórt og smátt.

At kjakast, kann tó sigast, duga vit ómetaliga væl - Tað er bara at opna fyri telduskíggjanum og so hevur tú eitt ókeypis, undirhaldandi og konstant kegl, um alt frá fiskivinnuskipanir og landskassa, til hvussu vit í Føroyum nú skulu tosa.

Hvør ið hevur meir rætt enn annar, gerast vit neyvan ásamd um í dag, í morgin ella fyri tannskuld í næsta ár og um Facebook var staðurin, høvdu vit helst vitað tað fyri langari tíð síðan...
Men eg má siga beint sum er, tíbetur er ikki so... Tí so veit eg um nógvar bindiklubbar, ið vildu havt lítið annað uppá seg, enn smalltalks, ost og keks, fyri at siga tað so. Og uttan iva, høvdu vit tá saknað øll tey heitu kjakini, um okkara eymastu viðrir, sum hóast alt geva eitt gott, livandi prát, við onkrum spennandi evnið, sum vit (um vit vilja tað, ella ei) øll onkursvegna leggja nakað í.

Kirstin H. Hansen 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi