Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tóm undanførsla frá býráðnum í Havn

Innanlands, Lesarabrøv | 13/10-2018 14:00

Lesarabræv frá Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur í fjølmiðlunum 19.juni 2018, at orsøkin til at Tórshavnar Býráð ikki vil selja jørð til Sjálvsognarfelagið, Kirkjubøarvegur, er at tað er ólógligt hjá kommununi at selja jørð, ið ikki er boðin út alment.

Greinin, vit sipa til, er hendan: trýst her

Vit í felagnum hava leingi vitað, at hetta initiativið er serstakt, og at tað kundi vera ivasamt um lógin kundi rúma projektinum. Vit mettu tó, at støðan, við stóra búðstaðarmanglinum, var serstøk, og at lógin, út frá hesum, rúmaði projektinum. Spurningurin fyri okkum var allatíð fyrst og fremst, um kommunan vildi stuðla initiativinum, tí vildi hon tað, so mettu vit ikki at lógin nýttist at koma í vegin.

Hetta varð tikið fram á fleiri fundum. Lógin, ið kommunan vísti til, var kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn.

Í §2. stk. 1 stendur m.a. at ”Fastogn nýtist tó ikki at verða boðin alment út, um talan er um sølu til felag, stovn v.m., sum kommunan lógliga kann veita stuðul”.

Stk. 2. sigur m.a.: Við góðkenning frá landsstýrismanninum kann verða vikið frá kravinum um alment útboð í sambandi við makaskifti, og tá tað annars eru serlig viðurskifti, ið tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð.

Sjálvsognarfelagið er felag, og stóri búðstaðarmangulin í høvuðsstaðnum meta vit avgjørt kvalifiserar seg sum ”serlig viðurskifti”

Eisini §6. stk. 2. er viðkomandi í hesum samanhangi, tí hon sigur m.a.: Selt kann verða til tilboðsgevara, ið ikki hevur givið hægsta boð, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum.

Vit meta eisini at initiativið tænir sakligum kommunalum áhugamálum. Búðstaðir kunnu sum kunnugt langt frá nøkta tørvin á bústøðum, og fyri nógvar føroyingar er tað ongin møguleiki at keypa hús við verandi bústaðarprísum.

Initiativið, ið hesir borgarar hava tikið við hesum felag, kann virka sum nýggjur leistur og tað kann vera byrjanin til at fólk skipa seg í feløg, sum við stuðli frá kommununi skapa nýggjar býlingar. Um kommunan sær hesar møguleikarnar, meta vita, at hon eisini við §6 hevur løgfrøðiligt grundarlag til at selja sjálvsognarfeløgum av hesum slagnum jørð.

Hartil kemur, at á fundi 25.8.18 við Anniku Olsen og leiðaran á løgfrøðideildini hjá Kommununi, søgdu vit frá hesum argumentum, um hví vit meta at verandi lóggáva kann rúma projektinum. Svarið frá Anniku var tá, at óansæð um verandi lóggáva strekti til ella ikki, so var lætt at gera eina kunngerð, so einki ivamál var.

Sostatt meta vit, at tað bara er tóm undanførsla, tá kommunan sigur lógina vera í vegin.

Marin Katrina Frýdal sigur í somu grein frá 19. juni 2018,  at ”umsitingin hjá býráðnum hevur mett at verkætlanin er ov lilla lýst til at støða kann takast til hana. Eitt nú mangla tekningar av verkætlanini”. 

Hettar er beinleiðis ósatt. Tí, eitt tað fyrsta Sjálvsøgnarfelagið gjørdi, tá ið farið var í gongd við verkætlanina, var at útvega kommununi sera gjøgnumførdar tekningar av økinum. Prísmetingar, streym, kloakk og vatnleiðingar v.m, var eisini við í uppskotinum.  Tað einasta, ið manglaði tá, var tekningar av sjálvum húsunum/íbúðunum. Hettar mettu vit í Sjálvsognarfelagnum kundi bíða, tí at keyp av økið/jørð hevði fyrsta prioritet.Tekningarnar vóru sjálvsagt vegleiðandi, tí vit vistu ikki um, og hvussu nógv økið vit sluppu at keypa. 

Marin Katrina Frýdal hevur ongantíð verið til staðar, tá Tórshavnar kommuna og Sjálvsognarfelagið, Kirkjubøarvegur, hava fundast. Tí er kanska skilligt, at hon er so óvitandi um hetta serstaka málið.  

Vegna nevndina í Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur
John Johannesen


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi