Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Norðoyggjar missa nógv orsaka av fiskivinnunýskipanini

Fiskivinna, Politikkur | 20/10-2018 22:30

Tað er einki at ivast í, at áhugin í Landsstýrinum at upplýsa palliba er minimalur. Svarið til Óluvu Klettskarð er út av lagið vánaligt og helst bara ætla til at villeiða

Vit hava hugt eitt sindur eftir spurninginum hjá Óluvu Klettskarð og svarinum frá Fiskimálaráðharranum, Høgna Hoydal.

Fyrst hugdu vit eftir Barentshavinum. Uppsjóvarvinnuna koma vit til seinni.

Svarið sum Óluva Klettskarð fekk, er latið miðlunum, men eg dugi ikki at finna tað á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Við tí fyrivarni, at svarið á VP er tað rætta, so skuldu hesar útrokningar verið rættar.

Kvotur variera yvir tíð. Rættuliga nógv. Eftir nøkur góð ár í Barentshavinum, har veiðan nærkaðist 1 million tons av toski sigur ICES at veiðan í 2019 ikki skal uppum 618.000 tons. Nú hava Norra og Russland avgjørt at kvotan verður 725.000 tons. 

Orsøkin til fyrispurningin frá Óluvu Klettskarð er sjálvandi øsingin um Sjúrðaberg. Sum so ofta í politikki, verður alt møguligt vavt uppí. Sjúrðaberg fiskar botnfisk í Barentshavinum. Tí átti svarið at verið um Barentshavið.

Vit síggja somuleiðis at 2014 verður brúkt sum fyrsta árið, tó at øllum er greitt, at 2015 er rætta árið at brúka sum basis, tí tað árið hevði samgongan onga ávirkan á. Við at brúka 2014, so sær úrslitið betri út fyri bæði spyrjara og svarara. Um tað er orsøkin, ella tað bara er ein feilur, vita vit ikki.  

Somuleiðis er komandi ár 2019. Tað ber væl til at framrokna seg til 2019. Vit vita hvat ICES tilmælur. Vit vita at Norra og Russland vanliga fylgja ICES og tí áttu tey tølini at verið við í svarinum. Havandi í huga at orsøkin til spurningin er at Sjúrðaberg er seldur og 20-25 mans uppsagdir, orsaka av útlitunum í 2019, so er óskiljandi at hetta ár ikki er við.

Harumframt verður nevnt, at JFK, sum er einasti aktørur úr norðoyggjum í Barentshavinum hevur keypt á uppboðssølu og tað sum keypt er verður talt uppí, tá prosentir verða rokna.

Ongin veit hvør hevur hægsa boð á uppboðssølu. Tí ber ikki til at siga at ein aktørur eigur tað sum keypt er. Ein skjót útrokning vísur eisini, at tað at keypa á uppboðssølu ikki er nøkur forrætning og tað fíggjar einki skip.

Kvoturnar minka komandi árini. Harumframt verða 15% seld á uppboðssølu umframt 8,5% ivaleyst verða útluta sum menningarkvota. Um ikki beinan veg so í seinasta lagið aftaná næsta val.

Ti er roknistykki sera einfalt.

ÁR            Kvota       Tons JFK,      %JFK

2015         30.465      14.014                46%

2019          25.930       9.125               35,2%

Afturgongdin síðan hendan samgongan tók við er tí 14.014T - 9.125T = 4.889 tons.

Afturgongdin orsaka av fiskivinnunýskipanini er 2.195 tons í 2019 og 2.803 tons í 2019

Parturin hjá Norðoyggjum er orsaka av nýskipanini minkaður úr 46% niður í 35%

Norðoyggjar hava tí mist 23,5% av sínum rættindum orsaka av fiskivinnunýskipanini

Skoytast kann uppí, at støðan hjá Framherja og hjá Enniberg er júst tann sama, sum støðan í Norðoyggjum.

Tað eru ikki so nógvar meiningar um hvussu slíkt skal roknast. Men tað eru ivaleyst fleiri meiningar um, hvat fólkið skal fáa at vita.

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi