Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Frá 1. november avgreiðir landið nærum einans talgildar rokningar

Innanlands, Tøkni | 19/10-2018 12:41
Albert Hall, har Gjaldstovan húsast.

Veitarar, ið senda landinum fleiri enn 50 rokningar árliga, hava fingið boð frá Gjaldstovuni um, at frá 1. november í ár tekur landið bara ímóti talgildum rokningum.  Smærri veitarar hjá landinum fara framhaldandi at kunna senda rokningar, ið ikki eru talgildar, um teir ynskja hetta, sigur Gjaldstovan í tíðindaskrivi.

Ein talgild rokning er sett upp eftir einum væl allýstum formi, sambært lóg, og verður send umvegis ein góðkendan rokningadepil. Veitarar kunnu annaðhvørt senda rokningarnar beinleiðis úr egnari roknskaparskipan ella við at skriva upplýsingar um rokningina inn í rokningaportalarnar hjá Gjaldstovuni ella Mínrokning. Sostatt er ikki nóg mikið at viðfesta rokningina í ein teldupost.

Rokningar, sum ikki verða sendar talgildar, verða ikki avgreiddar og goldnar, fyrrenn veitarin, av nýggjum, hevur sent talgilda rokning.

Í 2017 avgreiddi Gjaldstovan áleið 163.000 rokningar. Av hesum sendu knapt 100 føroyskir veitarar talgildar rokningar, og hesir sendu gott helvtina av øllum rokningunum, ið vórðu sendar landinum. Við teimum átøkum, ið hava verið í ár, er talið av rokningum, sum eru móttiknar talgilt, hækkað til 72%, og talan er nú um fleiri enn 330 føroyskar veitarar, sum senda talgildar rokningar. Hesir verða støðugt fleiri í tali.

Gjaldstovan hevur í fleiri enn 10 ár arbeitt við at íverkseta talgildar rokningar. Síðan lógin um talgildar rokningar kom í gildi 1. januar 2018 hevur Gjaldstovan arbeitt við miðvísari kunning til veitarar um, hvussu teir senda talgildar rokningar. Herímillum er kunnað um, hvussu tøkniligar avbjóðingar kunnu loysast, skulu broytingar gerast í roknskaparskipanini hjá veitaranum. Sambært Gjaldstovuni, er nøgdsemið høgt millum veitarar, tí tað merkir skjótari avgreiðslutíð og færri feilir fyri veitaran, tí talgildu upplýsingarnar verða sjálvvirkandi lisnar inn og skrásettar í roknskaparskipanini hjá landinum. Landið hevur samstundis spart burtur nógva handliga skráseting, eins og landið hevur betri møguleikar at nýta talgildu upplýsingarnar til at greina innkeypsmannagongdir, prísir o.a.

Sostatt er umleggingin til talgildar rokningar ein stórur fyrimunur fyri bæði veitarar og tað almenna.

Á heimasíðuni gjaldstovan.fo er kunning um talgildar rokningar og vegleiðingar til Mínrokning og rokningarportalin. Eisini er yvirlit yvir teir stovnar og talgildu addressur, ið skulu móttaka talgildar rokningar framyvir.

Gjaldstovan rekur roknskaparskipanina, sum flestu almennu stovnar nýta, t.d. Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Landsverk og TAKS, og hon avgreiðir eisini rokningar fyri somu.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi