Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tann reyðgrøna loysnin!

Lesarabrøv, Politikkur | 19/10-2018 21:00

Tað er ongin ivi um, at ein tann størsta hóttanin og størsta avbjóðing í okra tíð er dálking og umhvørvið. Trupulleikin er so mikið umfatandi, at hetta kann lættliga sammetast við aðrar náttúruvanlukkur sum t.d. tá Vesuvius fór at goysa í ár 79 e.kr. Fleiri býir kring fjallið blivu burtur eftir einum samdøgri, og soleiðis kann tað eisini gerast hjá okum, tá havið er so mikið dálkað, at fiskur og fuglur er útdeyður! Tá nyttar lítið at tosa um kvotur og fiskidagar ella vinning yvirhøvur.

Hetta krevur, at okur vakna, og hetta krevur, at okur loysa trupulleikarnar við eini yvirskipaðari politiskari ætlan, sum bæði minkar um dálking og útlát, men eisini flytur samfelagið og okra livihátt móti eini burðardyggari framtíð.

Á landsfundi Javnaðarfloksins varð slagorðið einar javnari, rættvísari og grønari Føroyar. Fyri at gera hetta í verki má ein umfatandi og kostnaðarmikil ætlan samskipast. Ja fólk síggja bert seinasta part um kostnaðin, men hetta er ein verulig íløga í framtíðina, tí tá vanlukkurnar eru hendar, hvat verður kostnaðurin tá? Óveruligar upphæddir!

Javnaðarflokkurin vil eina reyðgrøna loysn! Eina umfatandi grøna og burðardygga umlegging av samfelagnum. Eina ætlan, sum skapar arbeiðspláss og menning, og sum samstundis tálmar orkunýtslu, plastnýtslu og dálking. Okur mugu tryggja, at komandi ættarlið hava somu náttúru at liva av. Hetta er samhaldsfesti millum ættarlið, og tí er umhvørvisvernd eitt av høvuðsmálunum í sosialdemokratisku hugsjónini.

Orkunýtslan í Føroyum skal umleggjast til varandi og grøna orku. Okur mugu menna eina burðardygga skipan, sum ger, at okur brúka nærum onga olju til orku, men vind, vatn, sól og hav sum orkukeldur. Her skal t.d. orkuætlanin hjá SEV røkkast, og landið má samskipa og seta tiltøk í verk, sum kunnu gjalda fyri kostnaðin av at umleggja skipanirnar.

Nýtslan yvirhøvur má tálmast og gerast burðardygg, har okur skapa eina gongd, sum hevur til endamáls at fáa javnvág í lag millum úrtøku av tilfari ella tilfeingi og nýtslu okra.

Umhvørvið hevur eitt mark, og her má verjast og varðast um umhvørvið við atliti til tað markið. Har okur mugu vera væl innan fyri tað mark í øllum umstøðum. Til dømis við dálking ella við ferðavinnu, har tey nógvu vitjandi ovurtroyta náttúruna við at bókstaviliga traðka náttúruna sum eitt dømi.

Eisini koma okur inn á høvuðsvinnuna. Okur kunnu ikki taka úr stovnunum á sjónum  óendaliga, tí har er eisini eitt mark fyri, hvussu nógv verður fiskað, og hvussu fiskastovnarnir kunnu endurnýggja seg.

Sum Hervør Pálsdóttir, forkvinna fyri Unga Tjóðveldið, varpaði ljós á í einum læsarabrævi um vøkstur og vinning, ja rætt er, her má ein umskipan til. Tann reyðgrøna ætlanin má eisini innihalda eina umskipan av vøkstri, sum ger eina samfelagsliga umlegging til ein burðardygga tilgongd, har vinningur er treytaður av, at hann er burðardyggur. Hetta merkir, at vinningur og vøkstur er treytaður av, at okur t.d. fiska innanfyri markið, sum stovnurin klárar at endurnýggja seg.

Avbjóðingin er stór, og hon verður kostnaðarmikil, men okur hava klárað at sent ein mann á mánan, ella hava sent fleiri rúmdarfør til mest fjarskotnu gongustjørnur í okra sólskipan. Okur hava bast sjúkdómum. Okur hava klárað at vunnið úrtøku úr kjarnorku. Í okra part av heiminum hava okur skapt eitt javnari og ríkari samfelag. Okur eru forvitnar verur og uppfinningarsamar verur, sum kunnu, um okur leggja høvdini saman, loysa trupulleikarnar, sum hava stungið seg upp! Við eini reyðgrønari ætlan kunnu okur loysa størstu avbjóðing í okra tíð til frama fyri okum og komandi ættarliðum.

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi