Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Álopið prógvar, at jødahatrið framvegis blómar kring heimin

Lesarabrøv, Uttanlands | 29/10-2018 22:00

So hendi tað einaferð enn, hesuferð í sjálvum Amerika, háborg jødanna í útlegdini: Jødar atsøktir og dripnir við køldum blóði. Einans tí teir eru jødar.

Drápshendingin, sum fór fram hendan leygardagin í sýnagoguni í Pittsburgh í Amerika, minnir okkum mikið um eina aðra kenda og minnisríka atsókn móti jødum fyri 45 árum síðani.

Nú hendan leygardagin, á sjálvum sabbatsdegnum, vikuhalgidegi jødanna, tá jødar kring allan heim fara í teirra halgidómar at tilbiðja Gud Ísraels, leitaðu jødar sær eisini inn í sýnagoguna

í Pittsburgh saman við sínum kæru. Men kappliga endar alt í einum blóðbaði, tí ein jødahatari fór innar í halgidómin við tí endamáli at skjóta frá hond og drepa so mong av tilbiðjandi mannfjøldini, ið inni var.

Hugsan mín fer aftur til Yom Kippurdagin í Ísrael í oktober 1973, háheilagasta dag jødanna. Hendan dagin, tá ið mestsum alt samfelagið lá lamið – eingin bussar koyrdu, umframt at aðrir partar av samfelagnum gingu í tómgongd, og flestu hermenn og gonguførir jødar høvdu leitað sær innar í halgidómin - júst tá lupu grannalondini enn einaferð á Ísrael við ovurhonds stórum herliðum og hervápnum fyri at jarðleggja jødiska státin Ísrael og reka allar jødar út í Miðjarðarhavið og soleiðis gera enda á einasta friðskjóli jødafólksins.

Men hetta níðingsálop á størsta halgidegi Ísraels miseydnaðist fullkomiliga.

Tað gerst mær meiri og meiri greitt, at jødahatrið – alt, sum tað er – er sprottið úr sjálvum myrkursins hellum og avgrundardýpinum, íblást av sjálvum myrkursins- og avgrundarinnar grumma harra.

Myrkursins andaherar við øllum teirra gudsnoktandi og gudhatandi fylgisveinum, ílatnir mannahamin, ganga framvegis leysir og standa sum gubbar á nazistisku kórsgáttini undir liðini á kendastu nasigubbunum: Adolf Hitler, Gøbbels, Eichmann og hinum hug- og siðspiltu nasistisku oddamonnunum.

Síðani grovu álopini á jødar í Fraklandi og Danmark, sum skelkaði øll skilafólk, eru túsundtals jødar farnir úr Fraklandi og og aðrastaðni í Evropa til Ísraels, tí teir kenna seg ikki tryggar. Ísrael tykist meiri og meiri fara at gerast einasta trygdarstað jødanna, eisini fyri jødar í Evropu. Ógvisliga drápshendingin í Amerika leygardagin, fer helst at skunda undir enn størri jødaflyting haðani og heim til Ísraels, eins og atsóknir at jødum kring heimin aloftast hava elvt til.

Í hesum sorgardøgum í søgu jødanna, vil eg, saman við mínum kæru, mongu vinum jødafólksins í Føroyum og øllum teimum mongum, ið hava ferðast við mær, í Ísrael, vísa jødiska fólkinum mína og okkara djúpastu samkenslu og siga: Vit biðja fyri tykkum og standa saman við tykkum.

Svenning av Lofti    

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Laksafoss sleppur ikki í Sjálvstýris­flokkin
Ósemja í Sjálvstýris­flokki­num um Laksafoss
Tvístøða (46) - Gay Porno
Spyr enn einaferð um lønina hjá sjómonnum
Kristin Michelsen skal standa fyri vígsluni av Evu og Lailu
Byggir iglo at búgva í
Tvístøða (46) - LGBT áheitan óneyðug
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Eirikur Lindenskov: Tað er ikki ordiliga rætt
Laksatorva á vegnum
Settu eld á arbeiðsbilin hjá Vestmanna kommunu
Fuglafjarðarsendingin (10) - 08. nov. 2018
Hann skal leika við KÍ
VINNULÍV: OK-heilsølan handar felagnum Stoyp "nýggjan" kranabil
Norskt krígsskip sakk eftir samanstoyt
Biografar vilja ikki vísa filmin um fosturtøkulæknan Gosnell
“Maki 1” og “maki 2” er ramasta álvara
Tídningu­rin av at kenna tey røttu
Vespureiðrið (97) - Seinasta sending 2018 - 12. nov 2018
Fimmplettut mariuhøna staðfest í Føroyum
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Jóhann Lützen stjóri á Norð­lysi­num: Hví standa norð­oy­ingar ikki saman
"Kom á 2069!" (38) - 9. nov 2018
Rák (23) Dagstovnaøkið er niðurraðfest seinastu 10 árini
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi