Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Ein margháttligur býráðsfundur

Innanlands | 01/11-2018 08:50

Á Facebook kann henda at stormur er í einum vatnglasi fyri minni enn hetta. Men vónandi fær hetta referat av Býráðsfundinum ikki avleiðingar fyri góða samstarvið millum R7 og Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna hevði býráðsfund mikukvøldið og fíggjarætlanin var á skrá. Hetta helt undirritaði verða áhugavert fyri R7 og tí fór eg á fund. Tá til ber at møta á Tvøroyri eigur eisini at bera til at møta á heimavølli í Runavík.

Hetta verður tó ikki nakað referat av teimum jólapakkum, sum vóru í fíggjarlógini. Umframt tað at teir longu eru fráboðaðir í tíðindaskrivum og á Facebook, so var tað nakað heilt annað eg legði merki til á fundinum. Eg fekk nevniliga tað uppfatan, at tað er als einki skil á hvussu trið stórsta kommunan í landinum verður umsitin.

Fyrst skal eg siga, at eg fekk ikki tað uppfatan at tað stendur illa til fíggjarliga. Men eg fekk avgjørt tað fatan, at har er als einki skil í hvussu mál verða umsitin og avgreidd.

Fyrsta eg legði merki til var, at nú skal trivaligur partur av tí, sum nevndir fyrr hava umsitið, umsitast av borgarstjóranum. Tað er, í stríð við kommunuskipanina hjá Runavíkar kommunu. Tí er tað ólógligt og roknast má við, at Fíggjarmálaráðið kolldømir fíggjarætlanina.

Tað næsta eg legði merki til var, at í samband við eykajáttan, so upplýsti avvarðandi nevnd, at tey ongantíð høvdu viðgjørt eitt ávíst mál. Tað kann so bara siga okkum, at umsitingin/borgarstjórin hevur brúkt pengar í heimildarloysi. Men tað segði eingin av teimum 9-10 møttu býráðslimunum nakað um.

Næsta mál á skrá var eykajáttan fyri 2018. Hon var umleið 12 milliónir. 4,5 mió. var orsaka av at tað gekk skjótari enn ætla at fáa grót úr Eysturoyartunnlinum. Onkur postur á eykajáttanini var 800.000 krónur, uttan at nakar setti spurnartekin ella greiddi frá, um hetta var gjørt sambært býráðsssamtykt ella í heimildarloysi.

Og fundurin helt áfram at imponera tíðindamannin á R7. Økið har bussarnir steðga hevði verið fyri Í Mentunarnevndini. Sjálvandi hoyrur tað heima í veganevndini, sum vist er tekniska nevnd. Somuleiðis hevði borgarstjórin og eitt starvsfólk í umsitingini, men ongin úr teknisku nevnd, verið á fundi við skúlan/skúlastýri. Men ikki eitt orð um teknisku nevnd. Einki uttan at seinasti fundur var miseyðnaður, uttan at undirritaði dugdi at skilja hvat tað betýður. Undarligt, at ongin av teimum nógvu býráðslimunum segði nakað.

Ein umsókn um eina neystagrund var eisini til viðgerðar. Tað málið tyktist mær ein fullkomin fløkja. Har vóru 3 tilmælir um hvat rættast var at gera. Tilmælini vóru alt frá, at játta umsóknini til at avtaka matrikulnummari, søkt var um. Jú sanniliga var hatta málið torskilt og eg taki fyrivarni fyri at eg kanska hava misskilt hetta mál. Men at onki skil var í kann tó staðfestast við fullari vissu. Málið bleiv tíbetur beint aftur í nevnd.

Eitt tað seinasta málið var ein bilur, sum vegadeildin brúkar til at salta vegir. Hesin hevði verið gamal og kassabul seinastu 6 árini. Nú hevði borgarstórin, vísandi til paragraffina, sum í ávísum førum gevur borgarstjóranum heilmildir, tá tað hastar og ongin ivi er, givið boð um at keypa ein bil. Hví tað sum hevur bíða í 6 ár, ikki er komið á skrá, og avgjørt eftir vanligum mannagongdum ljóðaði óskiljandi. Øll skilja tídningin av at salta. At borgarstjórin brúkar undantaksreglu, heldur enn at upprætta eitt mál, sum hevur verið átrokandi í 6 ár, á vanligan hátt, kundi onkur lættliga fingið til, at tað í Runavíkar kommunu tekur 6 ár at upprætta og samtykkja eitt mál.

Undirritaði hevur verið borgarstjóri í 8 ár og hevur tí helst lættari enn fleiri onnur við at skilja reglurnar, sum eru tær somu í Runavíkar kommunu og har Eivind Jacobsen var borgarstjóri.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
Fyrrver­andi KÍ venjari ger nýggja skreytútgávu av Føroyingasøgu
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Valskráin hjá KvF
Prát við Jón Simonsen úr Hvannasund, um serligan útróðrartúr
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi