Rák (22) Um autismu og ADHD
Hvat er autisma og ADHD? Hvussu verður tað staðfest og viðgjørt? Og, hvørjar eru orsøkirnar til vaksandi talið av autismu? Hetta er nakað av tí sum tosað verður um í Rák hesa vikuna.
Vit hoyra um avbjóðingar hjá barnafamiljum, sum hava fingið tílíkar diagnosir, og um munin av hjálp, sum er at fáa, í Føroyum og í Danmark. Í Danmark er t.d. lógarfest, at børn við tílíkum diagnosum skulu hava hjálp, meðan støðan í Føroyum er at børnini ikki skulu, men kunnu, fáa hjálp.
Í sendingini tosar Annika Bolton Mortensen við Rebeccu Perlic, yvirlækni á Barna- og Ungdómspsykiatriini, og við Bárð Thomsen og Róa Huusgaard Eysturdal, frá nýstovnaða felagnum “Topic”, sum fæst við at veita vitan og kunning, sum er viðkomandi fyri familjur við børnum, ið eru raktar av autismu og ADHD.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur