Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Av raskastu harumonnum

Innanlands, Mentan | 03/11-2018 11:00
tilvildrliga mynd

Nógv teir raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2017 vóru teir, sum skutu í “Skálatoftahaga”, sum hoyrir til avtoftaðu bygdina Skálatoftir á Borðoynni. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Neshaga”, eisini nevndur “Norðurnesið”, í Vestmanna við 172 harum á 14 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, í Sørvági, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”. Teir fingu 146 harum á 10 túrum.

Nógv reyp er tá harutíðin er. Orðatakið " hann er av v raskastu harumonnum " um ein sum skjítur nógvar harur, hoyra vit ofta. Vit fara ikki at gjøgnumganaga veiðuárið 2017, men heldur eitt sindur um søguna hjá haruni í Føroyum.

Haruveiðan í Føroyum og hvussu hon er skipað-  Tekstur lisin upp í útvarpssendingini “Góðan Morgun Føroyar” Mánamorgun 14. november 2016 Skrivað hevur Eyðfinn Magnussen, Fróðskaparsetur Føroya.

Seinasta a mánamorgun hoyrdu vit eitt sindur um føroysku haruna, sum upprunaliga varð innflutt til Føroya frá einum norskum øki í Oslofjørðinum, ið nevnist Kragerø. Hetta var í 1855. Harurnar vuksu skjótt í tali, og vórðu síðan fluttar til hinar oyggjarnar. Nøkur ár eftir at haran var innflutt, fóru menn at skjóta harur, og hevur hetta síðani verði fastur siður í Føroyum í meir enn hálvtannhundrað ár.

Haruveiðan í Føroyum er skipað sambært løgtingslóg nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu. Lógin er sera stutt; einans tvær greinar, umframt sektarmøguleikar og gildiskomu. Í grein eitt verður ásett, at loyvt er at skjóta haru í tíðini 2. november til 31. desember, báðar dagar viðroknaðar. Stykki tvey og trý í hesi greinini umrøða møguleikan at friða. Í grein 2 verður sagt, at haruveiðan má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og oyvt er bert at nýta høglbyrsu. Annars eru ongar bindingar í lógini, og tað er sostatt frítt hjá harumonnum at skjóta í tí hagaparti, har teir antin hava fingið ella keypt sær rættindi.

Vanligt er, at haruhagar verða seldir, nakað áðrenn harutíðin byrjar. Sum oftast fyri eitt ár í senn, men tað kemur eisini fyri, at hagarnir verða seldir fyri fleiri ár. Eisini er vanligt, at fjallmenn sleppa at skjóta hjá bóndanum, har teir ganga á fjall.

Veiðutíðin
Í dag er sum sagt loyvt at skjóta haru í Føroyum í tíðarskeiðinum 2. november til 31. desember, einar 60 dagar um árið, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Fyrsta lógarásetingin um haruskjóting í Føroyum er frá 1881. Tá var loyvt at skjóta harur í tilsamans 136 dagar um árið: Byrjað varð longu 1. oktober, og skotið var fram til 14. februar. Hetta munnu teir hava hildið verið ov nógv, og í 1928 varð veiðitíðin stytt til 91 dagar; frá 1. november til 31 januar.

Í 1945 varð lógin aftur broytt, so skjótast kundi 60 dagar um árið, frá 1. november til 31. desember, og er hetta stórt sæð tað, sum hevur verið galdandi síðani. At veiðitíðin í 1945 varð stytt, hevur uttan iva verið fyri at  erja harustovnin. Ein eldri harumaður, sum eg havi tosa við, segði mær, at hann, í sínum ungu døgum, hevði skotið harur saman við eldri monnum, sum eisini høvdu skotið, í teirri tíðini, tá tað var loyvt at skjóta haru heilt fram
til 31. januar.

Hesir menn høvdu sagt honum, at fleiri av harunum, sum tá vórðu skotnar í januar mánað, høvdu ungar í búkinum, og at hetta skuldi vera grundin til, at veiðitíðin varð stytt til tað, sum vit kenna í dag, t.v.s. til 31. desember. Hetta er væl hugsandi, tí haran leggur sína fyrstu løgu longu í februar‐ mars mánað. Haran gongur kviðin í einar 7 vikur, og tí áttu allar tær kviðnu harurnar at havt fostur í sær í januar mánað. Tað er tí uttan iva rætt, sum teir gomlu arumenninir hava sagt.

Sum longu sagt, so hevur tað síðani 1945 verið loyvt at skjóta haru einar 60 dagar um árið, men tað hava tó verið tíðarskeið við smærri broytingum. Í 1969 kundu teir einans skjóta 30 dagar um árið; frá 3. november til 3. desember, men hetta stutta tíðarskeiðið var longu longt aftur árið eftir, tá skjótast kundi fram til 20. desember.

Í 1972 varð tíðarskeiðið aftur longt, so tað var frá 3. november til 31. desember, men í eini lógarbroyting, sum var gjørd í 1988, var veiðitíðin longd við einum degi, so veiðitíðin í staðin fyri at byrja 3. november, nú skuldi byrja 2. november. Hví hetta varð gjørd, er óvist.

Lógin er undirskrivað av Jógvani Djurhuus, sum tá var landsstýrismaður. Sjálvur heldur Jógvan, at talan helst man hava verið um ein skrivifeil í lógartekstinum. Hetta var eitt sindur um hvussu haruveiðan er skipað í Føroyum og hvussu veiðitíðin er broytt gjøgnum árini.

Hoyr eisini Eyðfinn Magnussen í R7 kringvarpinum, har hann greiðir frá um haruna.Tryst her 

https://r7.fo/news/2056/eydfinn-magnussen-livfrodingur-um-kanning-av-harum-og-haruveidu-i-foroyum 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Laksafoss sleppur ikki í Sjálvstýris­flokkin
Ósemja í Sjálvstýris­flokki­num um Laksafoss
Tvístøða (46) - Gay Porno
Spyr enn einaferð um lønina hjá sjómonnum
Kristin Michelsen skal standa fyri vígsluni av Evu og Lailu
Byggir iglo at búgva í
Tvístøða (46) - LGBT áheitan óneyðug
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Eirikur Lindenskov: Tað er ikki ordiliga rætt
Laksatorva á vegnum
Settu eld á arbeiðsbilin hjá Vestmanna kommunu
Fuglafjarðarsendingin (10) - 08. nov. 2018
Hann skal leika við KÍ
VINNULÍV: OK-heilsølan handar felagnum Stoyp "nýggjan" kranabil
Norskt krígsskip sakk eftir samanstoyt
Biografar vilja ikki vísa filmin um fosturtøkulæknan Gosnell
“Maki 1” og “maki 2” er ramasta álvara
Tídningu­rin av at kenna tey røttu
Vespureiðrið (97) - Seinasta sending 2018 - 12. nov 2018
Fimmplettut mariuhøna staðfest í Føroyum
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Jóhann Lützen stjóri á Norð­lysi­num: Hví standa norð­oy­ingar ikki saman
"Kom á 2069!" (38) - 9. nov 2018
Rák (23) Dagstovnaøkið er niðurraðfest seinastu 10 árini
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi