Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Infodio
Borðtennis: Landsliðið úttikið til oyggja­leikir
Metis
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Metis
Prát við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagog­felag, um starvs­fólka­viðurskifti
Metis
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Metis
Metis - Øll sendingin - 16. apríl 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Spurningar frá áhoyrarum - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Bogi Hansen - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Ben Arabo - 11. apríl 2019
Hugnaløtan fyri børn
Hugnaløtan fyri børn (15) - Pappírslepin - Vippan
2069
"Kom á 2069!" (57) - 12. apríl 2019
Stafettin
Stafettin (1) - Hjalmar Zachariassen spyr Sirið Stenberg
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Alt tiltakið - 11. apríl 2019
Komið øll við
Komið øll við (7) - Gestur: Rói Clementsen - 11. apríl 2019
Skakandi tilburðir
Skakandi tilburðir (15)
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (85) - 10. apríl 2019
Rák
Rák endur­sending í dag 10. apríl 2019
Rák
Rák (39) Umsorgan fyri føroysk ross, umhvørvið og býflugur
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - P.W. Háberg
Lýsing
Lýsing

Havumhvørvið - lógir ella hugburð

Lesarabrøv, Politikkur | 02/11-2018 16:30

Ikki altíð lætt at vita nær Sjúrður Skaale skemtar og nær hann er álvarsamur, men farnu vikurnar hevur nokk mestan verið talan um skemt, kanska mest samrøðan í KVF saman við Kaj Leo Holm Johannesen, ið var gott undirhald, men lítið, ið kundi takast í álvara.

Sum vant frá einum sonevndum nýliberalum javnaðarmanni, so er ikki neyðugt við ópopulerum lógum og reglum, men heldur hugburðsbroytingum at minka um m.a. plastdálking, og kanska fólksligum átøkum at forða fyri at náttúruperlur sum t.d. Víkar, ikki fara fyri skeytið.

Uttanumtos og átøk har makt og vinna ikki verður traðkað ov hart á tarnar.... ballónir hjá B36 ella græslíkisvallir, ið leka mikroplast, sigarettstumpar á gøtuni o.s.v. er álvarsamt, og eigur ikki at koma fyri.

Men, sum Sjúrður, og Kaj eisini (kanska) vita, so hava Føroyar tikið undir við ST-sáttmálunum frá 1992 um burðardygga menning, tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, og umstrídda veðurlagssáttmálanum. At eingin av hesum sáttmálum hevur víst seg at geva nevniverda broyting í samfelagnum og umhvørvinum, er eyðsýnt. Útlát av vakstrarhúsgassum frá føroyingum økist í heilum, og fólk verða truttað eina 100% varandi orkuloysn á landi um 10 ár...... meðan SEV er við at byggja nýtt tungolju-ravmagsnverk á Sundi.

Og flogferðsla til sól-summar og innkeypstúrar í vikuskiftum í London, Paris o.ø. býum, gevur ikki just ábending um hugburðsbroyting, men einans hægri útlát av CO2.

Burðardygg menning er nokk mest misnýtta orð, ið bert fá hava eina hóming av hvørs innihald verunliga er. Og lívfrøðiliga margfeldni nakað á sama bógv, sjálvt um flest vita at margfeldni millum djór og livandi verur er farið niður í eina helvt, og at djórasløg støðugt verða avoydd.

Nei, Sjúrður torir nokk ikki at gera seg ópopuleran sum politikara, tí so er bert skemtið til at taka. Ístaðin verður tosað populistiskt - antin tí hann er ein vattnissa, ella tí hann ikki hevur neyðuga innlit í tey í hesum sambandi álvarsomu dálkingarviðurskifti, ið hótta alt livandi í sjónum og við tí grundarlagið fyri at fólk kann búleikast í landinum.

Kaj Leo Holm Johannesen fekk ordra frá pápanum at heinta aftur ein súreplaskrokk, ið hann tveitti út úr bilinum. Hesin skrokkur hevði tó gjørt størri gagn at verið liggjandi í eini veit við vegjagaran, enn at enda í brenniovninum á Hjalla.

Sjúrður var ovurfegin at alivinnan nú fekk 1.400 kr heldur enn at gjalda somu upphædd fyri at lata plastsekkir til IRF, ið fóru til endurnýtslu.

Alt gott um tað, og at hugburðsbroytingar eisini skulu til, men tá lógir eru galdandi, ið banna dumping av kemiskum evnum - bæði føroysk havumhvørvislóg, altjóða lóg og enntá IMO-ásetingar við, undrar tað stórliga, at hesir báðir politisku skemtarar - ella skemtiligu politikarar - góðtaka, at tað bert árini 2012 til og við 2016 eru dumpað 20.000 tons av eiturevnum út í føroysku firðirnar.

Onnur 10-tals tons av t.d. koparsulfat og farmaldehyde eru horvin út somu støð, og til alstóran skaða á lívfrøðiliga margfeldni.

Og hvussu við t.d. 6-10 tonsum av mikroplast, ið verður latið á sjógv hvørt ár...... ikki frá B36, einnýtisgrillum ella spreingileiðingum, men frá alivinnuni, ið sigst vera so umhvørvistilvitað?

Agenda 21 arbeiðið, ið Føroya Kommunufelag (FK) hevði undir hond, varð jarðlagt tá annar javnaðar-sambands-uttanflokkamaður - Heðin Mortensen - trumlaði niður FK, tí hesin varð blivin smittaður við ólekiligari maktsjúku.

Framúr góða altjóða samstarvið um havumhvørvisvernd, ið Jógvan K. Mørkøre fekk sett á stovn saman við hetlendingum, dønum, svium og øðrum brøðratjóðum í felagsskapinum KIMO, fór  sama veg - í niðastu skuffu hjá harra Mortensen - og Javnaðarflokkinum.

Vinnan skal hava frið at arbeiða og tí er best við so fáum lógum og reglum sum til ber - helst ongum.

Og tær lógir sum eru, verða boygdar og tambaðar og misnýttar á grovasta hátt.

Planleggingarlóggáva og tryggjan av lendi og náttúrutilfeingi er enn í ongamannalandi, og eingin stovnur er enn funnin at umsita ásetingar í Nátúrufriðingarlógini.

Kemikaliulóggáva finnist ikki, og býarskipanarlógin er mestan ein táta frá miðskeiðis í farnu øld, og eingin hóming er at reglur fyri lendisplanlegging verða settar í verk.

Og júst vegna manglandi lógarverk, ábyrgdaleysa umsiting av galdandi lógum og reglum, og manglandi hugburð og tilvitan, kann vinnan láta sum honn ger, og "skíta í lagkøkuna" - citat Sjúrður Skaale, og við teim álvarsomu avleiðingum tað vil hava fyri komandi ættarlið.

Kári Thomsen

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ein lesari hevur sent okkum hesa myndina
Nótaskip­ini bíða eftir landingartørni og fáa lægri prís
Eru í Liberia fyri at fylgja við arbeiði­num sum føroyingar stuðla
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Evy Toftegaard Nielsen og Anfinn Nielsen fáa gestir í annaðkvøld
Teir bíðaðu í hálvtannað ár eftir løn
Sandmaðkur í fiski kemur frá kópi
MYNDARØÐ: Soleiðis sá ætlanin á Sundi út í 1984
Fróðskaparsetrið er ikki eitt danskt universitet
Globala upphitingin skapar nýggja havn í Íslandi
Útbyggingin av Hotel Føroyum tekur skap
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 14. apríl 2019
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Føroyska Barna­hjálpin vitjan av forseta­num í Liberia
Eftirlýsing: Eigur tú myndir av Vesturvón
Nýggj sending beint nú á R7: "SANDOYAR­SENDINGIN"
Fyrireikingar­nar til Várdagar og Bátafestivalin komnar undir land
Metis á R7 í dag kl. 13.00 til 15.00
FC Midtjylland og Áki Samuelsen gjørt sáttmála
Hvat er hent á Føroya Banka?
Ingilín og Jógvan stilla upp fyri felagið í Norð­streymi
65 fangar flýddu úr fongsli á feriuoyggj
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Infodio
Borðtennis: Landsliðið úttikið til oyggja­leikir
Metis
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Metis
Prát við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagog­felag, um starvs­fólka­viðurskifti
Metis
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Metis
Metis - Øll sendingin - 16. apríl 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Spurningar frá áhoyrarum - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Bogi Hansen - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Ben Arabo - 11. apríl 2019
Hugnaløtan fyri børn
Hugnaløtan fyri børn (15) - Pappírslepin - Vippan
2069
"Kom á 2069!" (57) - 12. apríl 2019
Stafettin
Stafettin (1) - Hjalmar Zachariassen spyr Sirið Stenberg
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Alt tiltakið - 11. apríl 2019
Komið øll við
Komið øll við (7) - Gestur: Rói Clementsen - 11. apríl 2019
Skakandi tilburðir
Skakandi tilburðir (15)
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (85) - 10. apríl 2019
Rák
Rák endur­sending í dag 10. apríl 2019
Rák
Rák (39) Umsorgan fyri føroysk ross, umhvørvið og býflugur
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - P.W. Háberg
Nýggjastu tíðindi