Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Infodio
Borðtennis: Landsliðið úttikið til oyggja­leikir
Metis
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Metis
Prát við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagog­felag, um starvs­fólka­viðurskifti
Metis
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Metis
Metis - Øll sendingin - 16. apríl 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Spurningar frá áhoyrarum - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Bogi Hansen - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Ben Arabo - 11. apríl 2019
Hugnaløtan fyri børn
Hugnaløtan fyri børn (15) - Pappírslepin - Vippan
2069
"Kom á 2069!" (57) - 12. apríl 2019
Stafettin
Stafettin (1) - Hjalmar Zachariassen spyr Sirið Stenberg
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Alt tiltakið - 11. apríl 2019
Komið øll við
Komið øll við (7) - Gestur: Rói Clementsen - 11. apríl 2019
Skakandi tilburðir
Skakandi tilburðir (15)
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (85) - 10. apríl 2019
Rák
Rák endur­sending í dag 10. apríl 2019
Rák
Rák (39) Umsorgan fyri føroysk ross, umhvørvið og býflugur
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - P.W. Háberg
Lýsing
Lýsing

Agnar Nielsen 90 ár í dag

Innanlands | 06/11-2018 07:00
Agnar Nielsen 90 ár í dag | Mynd: folkakirkjan.fo

Kendi Vestmenningurin, Agnar Nielsen fyllir 90 ár í dag. Hóast sín høga aldur er hann um ikki hvønn dag, so ofta á floti.

Agnar er vestmenningur, sonur Sannu Aagaard úr Leirvík og Jens Nielsen úr Vestmanna. 
Hann er útbúgvin skipstimburmaður og var bedingsmeistari á skipasmiðjuni og seinni stjóri á Vestmanna Skipasmiðju. Agnar arbeiddi sum kavari kring allar føroyar í nógv ár. Hann var løgtingsmaður í heili  20 ár og fleiri av teimum var hann løgtingsformaður. Agnar umboðaði Sambandsflokkin. 

Á kirkjan.fo stendur hendan greinin at lesa um Agnar tann 15. november í 2016 ( vit endurgeva hana her )  

Vestmanna - Agnar Nielsen, deknur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard 

Agnar Nielsen er i skrivandi løtu knappliga 87 ára gamal. Søgan um heilt, langt og hendingaríkt lív, stendur skrivað í djúpu foyrunum í gamla og milda andlitinum og eg kenni meg væl, meðan eg hyggi inn í bládýpið í kláru eygunum, sum glitra undir eygnabrýrnum. Agnar er føddur 6 november 1928. 

 -Eg eri vestmenningur, men tað var faktisk abbi mín, sum flutti úr Kvívík, hann setti seg niður í Vestmanna og var bátasmiður. Og kanska var tað abbi, sum á ein hátt kom at mynda mína starvsleið. 

  -Eg lærdi á skipasmiðjuni í Vestmanna, tók sveinaprógv niðri og kom so heim aftur at arbeiða. Eg var á skipasmiðjuni fram til 1964, tá ið eg fór niður til Skagen at sigla. Hetta var í tíðini, tá ið øll pláss skuldu hava havnir og flakavirkið og eg sá møguleikan at royna meg sum kavara. Eg arbeiddi nøkur ár sum kavari, eitt nú á Toftum. Kavaraarbeiðið var hart arbeiði, men eg havi altíð havt góða heilsu, so tað bilti ikki. Tá ið eg varð valdur á løgting í 1970, mátti eg gevast sum kavari. Eg sat á tingi í 20 fylgjandi ár. Sambandið við skipasmiðjuna hevði eg í mong ár, har eg bæði var bedingsformaður og seinni stjóri. 

    -Eg og Lilly giftust í 1951 og gjørdist deknur um hetta mundi sum avloysari. Tá ið skúlin fór í summarfrí avloysti eg, men tað var skjótt, at eg gjørdist fastur deknur. Mær hevur dámt væl at vera deknur, eg tók tað sum eitt arbeiði innan kristna arbeiðið. Tá ið eg tók við hevði Jákup í Follendi verið leingi deknur einsamallur. Seinni kom Jaspur Olsen, lærari og eg og hann fóru at skiftast, tað var betri. Deknastarvið hevur verið ein tryggur tunnuflaki hjá mær at staðið á í lívinum. 

Hvussu møti eg Lilly? Eg fekk eitt klædnastykkið í konfirmatiónsgávu, hetta skuldi gerast til ein klædning. Klædnastykkið varð liggjandi og einaferð fekk eg tað hugskot at fara suður til Vágs at vitja systir mína. Eg hevði klædnastykkið við, tí í Vági var bæði skræddari og elektrisitet. Eg nevni tað, tí í Vestmanna vóru bara petroleumslampur um hetta mundið. Á hesi ferð møtti eg Lily úr Vági, hon var dóttir Mortan, politi. 

    -Vit giftust og fingu 9 børn. Tá systkin eru fleiri, gerast tey skjótari sjálvbjargin. Vit høvdu ikki arbeiðskonu. Lilly var eitt ógvuliga livandi menniskja og fekk nógv frá hondini. Og vit skiltust so knappliga. Hon varð yvirkoyrd við SMS í Havn. Bilførarin sá hana ikki. Tað var ringt, vit vóru so avhengig av hvørjum øðrum, vit vóru altíð saman. Hetta var so knappligt og tungt. Mítt andaliga lív hevur altíð verið gerandisligt og tað var mær ein góð hjálp í hesi sváru tíð. Hon var 69, tá ið vanlukkan hendi. 

    -Undarligt. Stutt undan vanlukkuni, segði Lily ein dagin við meg. Nú ert tú so gamal, um nú eg doyði, vildi tú funnið tær eina aðra. Eg helt ikki. Men fýra ár eftir vanlukkuna giftist eg aftur við Klaru úr Porkeri. Hon var einkja. Vit fingu tvey ár saman, so doyði hon av sjúku. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ein lesari hevur sent okkum hesa myndina
Nótaskip­ini bíða eftir landingartørni og fáa lægri prís
Eru í Liberia fyri at fylgja við arbeiði­num sum føroyingar stuðla
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Evy Toftegaard Nielsen og Anfinn Nielsen fáa gestir í annaðkvøld
Teir bíðaðu í hálvtannað ár eftir løn
Sandmaðkur í fiski kemur frá kópi
MYNDARØÐ: Soleiðis sá ætlanin á Sundi út í 1984
Fróðskaparsetrið er ikki eitt danskt universitet
Globala upphitingin skapar nýggja havn í Íslandi
Útbyggingin av Hotel Føroyum tekur skap
Skráin hjá IKTUS, sunnudag 14. apríl 2019
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Føroyska Barna­hjálpin vitjan av forseta­num í Liberia
Eftirlýsing: Eigur tú myndir av Vesturvón
Nýggj sending beint nú á R7: "SANDOYAR­SENDINGIN"
Fyrireikingar­nar til Várdagar og Bátafestivalin komnar undir land
Metis á R7 í dag kl. 13.00 til 15.00
FC Midtjylland og Áki Samuelsen gjørt sáttmála
Hvat er hent á Føroya Banka?
Ingilín og Jógvan stilla upp fyri felagið í Norð­streymi
65 fangar flýddu úr fongsli á feriuoyggj
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Infodio
Borðtennis: Landsliðið úttikið til oyggja­leikir
Metis
Prát við Ellinor og Matildu Mercedis Finnsdóttir Hansen, um m.a. hvussu tað er at verða børn hjá almennum persóni
Metis
Prát við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagog­felag, um starvs­fólka­viðurskifti
Metis
Prát við Maibritt Sivertsen, sum eigur Fossabúð­ina norðuri í Sundi
Metis
Metis - Øll sendingin - 16. apríl 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (104) - 15. apríl 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (1) - 15. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Spurningar frá áhoyrarum - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Bogi Hansen - 11. apríl 2019
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Framløga Ben Arabo - 11. apríl 2019
Hugnaløtan fyri børn
Hugnaløtan fyri børn (15) - Pappírslepin - Vippan
2069
"Kom á 2069!" (57) - 12. apríl 2019
Stafettin
Stafettin (1) - Hjalmar Zachariassen spyr Sirið Stenberg
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Kjakfundu­rin 'Bora ella ei?' - Alt tiltakið - 11. apríl 2019
Komið øll við
Komið øll við (7) - Gestur: Rói Clementsen - 11. apríl 2019
Skakandi tilburðir
Skakandi tilburðir (15)
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (85) - 10. apríl 2019
Rák
Rák endur­sending í dag 10. apríl 2019
Rák
Rák (39) Umsorgan fyri føroysk ross, umhvørvið og býflugur
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - P.W. Háberg
Nýggjastu tíðindi