Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tríggir filmar fingið virðisløn

Innanlands, Myndarøðir | 07/11-2018 15:00

Mánadagin 5. nov. vórðu vinnararnir av filmskappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni í Tórshavn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði vinnarunum eina peningagávu og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Filmurin “Papp-dukkuhúsið” vann kappingina. Filmin hevur 11 ára gamla Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini ljóðaði soleiðis: “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.”

Her ber til at síggja vinnarafilmin

Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”

Her ber til at síggja filmin, sum fekk 2. virðisløn

Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini miðlakunnleiki á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.”

Her ber til at síggja filmin, sum fekk 3. virðisløn

Allir tríggir filmarnir fara at vera at síggja í “Gevið gætur” sendingunum hjá Kvf seinni í vetur.

Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnast um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar, ið á sera ymiskan og kreativan hátt hvør í sínum lag varpaði ljós á pappírsendurnýtslu.

Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning.

Í dómsnevndini sótu:
Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan

Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
Fyrrver­andi KÍ venjari ger nýggja skreytútgávu av Føroyingasøgu
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Valskráin hjá KvF
Prát við Jón Simonsen úr Hvannasund, um serligan útróðrartúr
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi