Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum til viðgerðar í Løgtinginum í dag

Politikkur | 07/11-2018 11:30

Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki. Lógaruppskotini um yvirtøkuna eru til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag.

Økið, sum eftir ætlan nú verður føroyskt málsræði, hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum longu eru á føroyskum hondum og er eisini ein týdningarmikil partur av samleika føroyinga.

Ætlanin er formliga at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki sum føroyskt sermál. Við hesum taka føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið, útinnandi valdið á økinum og fíggjarligu ábyrgdina. Málsøkið fevnir eisini um sjókort og sjómátingar.

Formelt  er talan er um tvey lógaruppskot, sum skulu samtykkjast, áðrenn yvirtøkan kann fremjast. Løgmaður, Aksel V. Johannesen hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málskjum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lagt fram ríkislógartilmæli um at seta í gildi Anordnin om ikkrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

- Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit eiga at miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum. Á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum og eg havi góðar vónir um, at vit kunnu fáa eina breiða undirtøku fyri uppskotinum tvørtur um samgongu og andstøðu.

Sambært uppskotinum verður yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum tann 1. apríl 2019. Tó verða sjókort og sjómátingar yvirtikin tann 1. januar 2020.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Laksafoss sleppur ikki í Sjálvstýris­flokkin
Ósemja í Sjálvstýris­flokki­num um Laksafoss
Tvístøða (46) - Gay Porno
Spyr enn einaferð um lønina hjá sjómonnum
Kristin Michelsen skal standa fyri vígsluni av Evu og Lailu
Byggir iglo at búgva í
Tvístøða (46) - LGBT áheitan óneyðug
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Eirikur Lindenskov: Tað er ikki ordiliga rætt
Laksatorva á vegnum
Settu eld á arbeiðsbilin hjá Vestmanna kommunu
Fuglafjarðarsendingin (10) - 08. nov. 2018
Hann skal leika við KÍ
VINNULÍV: OK-heilsølan handar felagnum Stoyp "nýggjan" kranabil
Norskt krígsskip sakk eftir samanstoyt
Biografar vilja ikki vísa filmin um fosturtøkulæknan Gosnell
“Maki 1” og “maki 2” er ramasta álvara
Tídningu­rin av at kenna tey røttu
Vespureiðrið (97) - Seinasta sending 2018 - 12. nov 2018
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Fimmplettut mariuhøna staðfest í Føroyum
Jóhann Lützen stjóri á Norð­lysi­num: Hví standa norð­oy­ingar ikki saman
"Kom á 2069!" (38) - 9. nov 2018
Rák (23) Dagstovnaøkið er niðurraðfest seinastu 10 árini
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi