Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Góðir møguleikar at brúka føroysk og donsk cpr-nummur

Politikkur | 07/11-2018 15:35

Bárður Nielsen hevur fingið svar frá Ríkisumboðnum um danskt cpr-nummar til føroyingar, sum ískoyti til føroyska p-talið, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð á donskum sjúkrahúsum og atgongd til at avgreiða pensjóns- og skattaviðurskifti v.m.

Svarið staðfestir, at ongar forðingar eru fyri at brúka og samkoyra føroysk og donsk cpr-nummur. Spurningurin er nú meira um politiski viljin er til staðar at gera nakað ítøkiligt við hetta málið, so føroyingar fáa lættari atgongd til at útvega sær danskt cpr-nummar.

Í svarinum verður víst á, at føroyingar vanliga fáa eitt sokallað administrativt cpr-nummar í sambandi við skatting, sjúkraviðgerð, lestur o.a. Tað eru ikki nakrar tekniskar forðingar fyri at tilluta administrativ persónnummur til persónar, sum ikki eru bústaðarskrásettir í Danmark, og at hetta kann útveitast til ein myndugleika í Føroyum.

Spurningurin er nú meira um politiskan vilja í Føroyum at geva møguleikan til øll at fáa lættari atgongd at útvega sær eitt danskt cpr-nummar, ið kann brúkast til allar tænastur og lættur sostatt um dagligdagin hjá føroysku borgarunum, hjá ungum lesandi, eldri, ið skulu fáa útgoldið pensjón og annars øll tey, ið hava brúk fyri at avgreiða síni viðurskifti við ríkismyndugleikan.

Spurningurin um samkoyring av føroyskum og donskum cpr-numrum má so loysast fyri seg. 

Les viðhefta svar frá Ríkisumboðnum: Svar frá Ríkisumboðnum um danskt cpr-nummar til allar føroyingar

Bárður Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
Fyrrver­andi KÍ venjari ger nýggja skreytútgávu av Føroyingasøgu
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Valskráin hjá KvF
Prát við Jón Simonsen úr Hvannasund, um serligan útróðrartúr
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi