Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

P/f Framherji, P/f Varðin og P/f Kimbil eiga nú P/f H-Dygd.

Innanlands, Vinnulív | 08/11-2018 11:00
Johan á Myrini stjóri | Mynd: Johan

Ongar nevniligar broytingar vera í felagnum, og tey dugnaligu starvsfólkini hjá felagnum koma sostatt at halda fram í starvi sínum.

Í gjár fingu miðlarnir fráboðan at P/F H-DYGD FEKK NÝGGJAR EIGARAR

Eitt felag undir stovnan, sum P/f Framherji, P/f Varðin og P/f Kimbil eiga, hevur í dag keypt
allan partapeningin í P/f H-Dygd.

P/f H-Dygd hevur sínar røtur heilt afturi í 1968, og hevur seinastu tíðina verið ein familjuátt fyritøka, sum er kend fyri at framleiða dygdarvindeygu og – hurðar til føroyska marknaðin, og hevur felagið eisini fótað sær uttanlands seinastu tíðina.

Felagið fer framyvir at halda fram við verandi dygdar virksemi sínum í Vatnsoyrum og Miðvági. Ongar nevnilverdar broytingar vera í felagnum, og tey dugnaligu starvsfólkini hjá felagnum koma sostatt at halda fram í størvum sínum.

Fyritøkan er vaksin nógv seinastu árini og eru eisini stórar íløgur gjørdar í hesum sambandi, har serliga framkomna maskinparkin í Miðvági nú koyrur við fullari ferð. Tað hava undarnfarnu eigarar samstundis hildið verið gott høvi at geva staffettina víðari..

Nýggju eigararnir boða frá, at nú, tá teir fingu møguleikan at keypa, hildu teir, at hetta var nakað, ið teir ikki kundu lata fara afturvið borðinum. Ætlanin er ikki at gera nakrar stórar broytingar í virksemi felagsins, sum sostatt framyvir eisini fer at framleiða dygdarvørur, sum eru framleiddar til okkara veðurlag, hóast kappingin frá útlendskum vindeygum og hurðum er hørð.

Johan stjóri síðani 2007

Vit á R7.fo kontaktaðu Johan á Myrini, sum hevur verið stjóri á HDygd síðan familja keypti virkið í 2007. Hann sigur, at eitt stjóraskifti er longu fari fram, har stjórin á Auluplast, Kaisten Rasmusssen nú er stjóri í báðum fyritøkunum.

Kaysten hevur nógvar royndir í vinnulívinum. Hann var eina tíð fíggjarstjóri á Mest og í dag er hann fíggjarleiðari í fyritøkuni Faroe origin.

Uppá fyrispurning hvat Johan fer at gera nú, svarar hann soleiðis, hetta til januar er ætlanin at halda feriu, men eg havi ikki enn tikið støðu hvat eg fari at gera eftir tað. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
Fyrrver­andi KÍ venjari ger nýggja skreytútgávu av Føroyingasøgu
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Valskráin hjá KvF
Prát við Jón Simonsen úr Hvannasund, um serligan útróðrartúr
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi