Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Seturskjak um enska ávirkan á málnýtslu í Føroyum

Mentan | 08/11-2018 14:30

Í kvøld skipar Føroyamálsdeildin fyri orðaskifti um mál í Føroyum. Evnið er: "Førenskt. Ensk ávirkan á málnýtslu í Føroyum."

Nógv ymisk mál verða brúkt í føroyska samfelagnum, og enskt ávirkar í størri og størri mun málnýtsluna, serliga millum ung. Í nýggjari kanning siga 30% av 1300 spurdum børnum í 4., 6. og 9. flokki, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og 13% siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum.

Talgildingin ávirkar eisini málnýtsluna í samfelagnum sum heild. Í talgildu miðlunum er enska málið ráðandi. Í nógvum samanhangum og samrøðum verður enskt brúkt sum eitt slag av kotuskifti – við snøggum enskum frøðiheiti verður hetta nevnt “code-switching” – og t.d. prentar Fróðskaparrit, sum upprunaliga hevði til endamáls at menna eitt føroyskt vísindamál, í dag ein stóran part av greinunum á enskum.

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólk fáa høvi til at hoyra meira um evnið og gera viðmerkingar og spyrja. Tað skrivar Fróðskapasetur Føroya á heimasíðu síni. Kjakið verður skipað soleiðis, at fakfólk leggja fyri við tveimum stuttum framløgum. Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini, og Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini fáa 7-10 min. í part til framløgu. Síðani verður evnið viðgjørt við eitt pallborð, har tað afturat Jógvani og Hjalmari sita Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari og politikari, og Jóhannis Danielsen, sum er adjunktur í lívfrøði og leggur seg eftir at undirvísa á enskum. Lagt verður upp til kjak, og áhoyrararnir kunnu luttaka. Orðstýrari verður Kári Mikkelsen, journalistur.

Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í kvøld, 8 november. Øll eru hjartaliga vælkomin. Byrjað verður kl. 19:30, og endað verður kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
Fyrrver­andi KÍ venjari ger nýggja skreytútgávu av Føroyingasøgu
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Valskráin hjá KvF
Prát við Jón Simonsen úr Hvannasund, um serligan útróðrartúr
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi