Byggir iglo at búgva í
Vit ringdu til kommunustjóran í Kvívík, Rúni Gaardlykke og forvitnaðust um iglo-húsið sum stendur í gerð í Leynum.
Húsið í Leynum er meinlíkt teimum báðum iglo"unum sum standa omanfyri Kvívík.
Rúni sigur, at iglo-húsið er eitt sethus sum sjálvandi er annarleiðis í mun til tað vit vanliga síggja í einum sethúsaøki.
Vit spurgdu Rúna um tað er ein Føroyingur sum eigur iglo"ina, men tá vísti hann til borgarstjóran, tí talan var um ein persónspurning.
Hann vísti eisini til arkitektin Kára Thomsen, arkitekt sum stendur fyri verkætlanini fyri ein kunda.
Kári sum hevur teknað iglo"ina sigur, at iglo"in er um 70 m2 í tveimum hæddum.
Í stovuhæddini er køkur, stova og gongd. Á loftinum eru tvey kømur. Í løtuni bíða vit eftir einum skáa, so vit kunnu at klæða iglo"ina og fáa flagtekjuna á.
Kári sigur, at hetta eru eini vanlig sethús, sum hann byggir í einum sethúsaøkið í Leynum. Kostnaðurin er eitt sindur minni enn vit vanliga hoyra í miðlunum, hesi kosta 900.000 kr. klár at flyta í.
Sí heimasíðuna hjá Kára her - http://www.easydomes.com/Default.aspx?ID=19
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur