Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sigling millum Skopun og Gomlurætt?

Politikkur | 13/11-2018 18:00

Skrivligur fyrispurningur til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi Sandoyarleiðini

 

1.   Hvat ætlar løgmaður at gera fyri at tryggja eitt skip afturat Teistanum, soleiðis at siglast kann í pendulsigling millum Skopun og Gomlurætt?

2.   Hvørjir eru møguleikarnir at fáa eitt skip, sum kann sigla fast saman við Teistanum?

Viðmerkingar:

Seinastu tíðina áðrenn Norðoyatunnilin og Vágatunnilin vórðu gjørdir, varð skipað fyri pendulsigling millum ávikavist Vestmanna og Oyragjógv, og Leirvík og Klaksvík.

Í løtuni er Sandoyggin í somu støðu, har Teistin kann roknast sum okkara landsvegur, meðan nógvur tungur flutningur skapar kaos á farleiðini.

Sandoyartunnilin er undir uppsigling, Dalstunnilin er á gáttini, og í Skálavík eru fyrireikingar at byggja fyri Bakkafrost. Stórir bilar og maskinur skulu flytast um fjørðin í sambandi við hesar verkætlanirnar, og trupulleikar eru longu á leiðini frammanundan.

Sandoyggin ella Sandoyar sýsla skal vera eitt stað, sum fólk kunnu flyta til eisini hesi 4 árini til tunnilin verður gjørdur. Sum er – við bara Teistanum – sær svart út. Frá 2015 til 2017 øktist talið av ferðafólkum úr 180.000 til 208.000. Í sama tíðarskeiði øktist talið av bilum úr 30.000 uppí 32.000. Hetta vísir, at tørvurin á ferðasambandinum er øktur, men samtíðis vísir hetta, at meðan tað í 2015 vóru 6 fólk til hvønn bilin, so vóru í 2017 6,5 fólk til hvønn bilin. Hetta avspeglar, at tað er trupult at fáa bilin við, tá ferðast verður um fjørðin.

Sandoyingar føla seg alt annað enn trygg við støðuna við Teistanum.

Sandoyggin hevur eitt vinnulív á oynni. Eitt nú flakavirki, sum fær rávøruna flutta við trailara til oynna. Og ikki at gloyma ungdómin, sum skal í skúla, og arbeiðsfólk, sum skal um fjørðin.

Eitt skip eigur sum skjótast at útvegast, sum kann sigla saman við Teistanum.

Tað kostar at útvega eitt avloysaraskip, men tað er neyðugt.

Teistin klárar ikki flutningin av bilum. Tað er nakað, øll Føroyafólk vita av, ella rættari øll, sum hava nýtt hesa farleið.

Á løgtingi tann 13. november 2018

Gerhard Lognberg,
løgtingsmaður

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi