Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Umsitingin eigur kommununa

Innanlands, Lesarabrøv | 25/11-2018 21:40

Fyri góðum mánaða síðan, avgjørdi eg at gera eina roynd at fáa betri skil í Runavíkar kommunu. Hetta tí, at eg haldi, at tað er alt ov lítið skil í. Tað gongur óalmindiliga illa at halda seg til formleikakrøvini.

Tað, sum eg meti er mest óheppið er, at umsitingin arbeiðir, sum um hon eigur kommununa. Somuleiðis er borgarstjórin skjótur at taka støðu, umframt at hann ofta avgreiðir mál sjálvur, uttan at koyra tey í nevnd, sum annars er hansara skylda.

Nógv lesa bara fyrsta part av einari grein, so vit taka tað stuttligasta fyrst.

Á fundi í Vinnu- og havnanevndini fyri umleið einum mánaða síðan, mótmælti eg, at ætlanin var at geva eitt byggiloyvi, í einum øki, sum er landbúnaðarøkið. Umsitingin viðmælti at geva byggiloyvi, eftir somu reglum sum í neystaøki. Ongin avgerð varð tikin og málið fór aftur í nevnd. Tað sama hendi á fundi hesa vikuna og tí er málið útsett til næsta ár. Við til søguna hoyrir, at ein granni hevur fingið loyvi at byggja í sama øki. Eg veit ikki, hví pressast skal fyri at geva loyvi. Kanska tað er tí, at onkur longu hevur fingið loyvið at byggja í økinum og vandi tí er fyri, at fyrr játtaða umsóknin má ógildast.

So koma vit til tað mest skelkandi, sum vit kunnu velja at flenna ella gráta um.
Á fundi í Teknisku nevnd fyri góðum mánaða síðan, noktaði eg at góðtaka, at tað er umsitingin sum ger skránna, so einasta uppgáva hjá okkum í Teknisku nevnd verður at blástempla tað, sum tekniska deild og kanska borgarstjórin ætla at gera.
Tað fyrsta sum hendi var, at skrivarin var umleið 20 minuttir ov seinur. Eg noktaði at byrja fundin, fyrr enn skrivarin var møttir.
Av tí, at eg ikki hevði sæð málini, so noktaði eg at málini vórðu viðgjørd. Eg bað skrivarin viðmerkja í gerðabókina, at eg ikki hevði gjørt skránna.
Borgarstjórin var ikki blíður og tosaði við rættuliga stórum stavum og fór so av fundinum. Eg kravdi, at skrivarin førdi part av tí, sum borgarstjórin segði, í gerðabókina, MEN skrivarin noktaði.
Ein nevndarlimur møtti ikki á fundinum. Nevndarlimurin, sum møtti, noktaði at undirskriva gerðabókina og rýmdi av fundinum. Aftaná fundin, heitti eg so á møtta nevndarlimin um at undirskriva gerðabókina, MEN hann noktaði skrivliga.
Hvat skal ein gera, tá skrivarin noktar at skriva í gerðabókina og nevndarlimir nokta at undirskriva gerðabókina? Eg havi kært umrødda nevndarlim til kommunala eftirlitið. Hetta fyri at vita, um tey kunnu hjálpa til við at fáa hann at undirskriva gerðabókina.

Eg havi eisini roynt at fáa umsitingina at skilja, at tað er nevndarformaðurin, sum ger skránna til nevndarfund. MEN hetta er sum at tosa við stein!
Her er svarið frá tekniska leiðaranum: “Der skal ikke være tvivl om at jeg har en meget klar holdning til, at både kommunestyreloven og lovene generelt selvfølgelig skal overholdes. Jeg har nærlæst kommunestyreloven flere gange, men mener altså ikke at den nuværende praksis er i strid med hverken kommunestyreloven eller Kommunestýriskipanin. Derimod savner jeg en fundarskipan (forretningsplan) for udvalget, som beskriver praksis i forhold til udvalgets/administrationens udvalgsarbejde, samt en delegations- og kompetenceplan for hvordan beslutninger træffes i administrationen, udvalgene og byrådet. Med en sådan detaljeret beskrivelse af praksis, skulle man gerne kunne undgå diskussioner som denne.
Vi fortsætter derfor arbejdet iht. nuværende praksis, indtil andet måtte blive besluttet”.

Hvat skal ein vanligur býráðslimur gera við slíkt?

Nevndarfundin í Teknisku nevnd, sum skuldi verða mikudagin 21. november 2018, útsetti eg til mánadagin 26. november 2018. Hetta tí, at eg skuldi tosa við tekniska leiðaran um tey mál, sum ætlandi skuldu á skrá og verða klár til viðgerð. Tekniski leiðarin upplýsti mær, at hann kundi allar dagar uttan hósdagin 22. november 2018. So eg bað um fund við hann fríggjamorgunin 23. november 2018. Svarið eg tá fekk var, at hann var upptikin allan fríggjadagin. Víðari skrivaði hann: “Udvalgsmødet blev foriøvrigt afholdt som planlagd onsdag kl. 16. med deltagelse af de fremmødte udvalgsmedlemmer. Der skulle nu ligge et rererat (gerðabók) i systemet”.

Tað vil altso siga, at fundurin í Teknisku nevnd, sum eg eri nevndarformaður í og sum eg hevði útsett, hevði verið, uttan at eg visti av. Á skránni, sum lá á netinum, sum eg IKKI hevði gjørt, var eitt mál um umskipan av nevndini. Hetta mál sæst tó ikki vera viðgjørt á hesum nevndarfundinum.  
Hetta er greitt brot á kommunustýrislógina, har tað er ásett, at tað er nevndarformaðurin, ið gevur fundarboð og fyrireikar fundirnar.

Niðurstøðan er sostatt at her er óvanliga lítið skil í.

Nú er nóg mikið hesaferð. Kommunustýrisfundur verður mikudagin. Eg ivist onga løtu í, at hann gevur eina minst líka langa grein sum hesa.

Jonhard Danielsen
Formaður í Teknisku Nevnd í Runavíkar Kommunu 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi