Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Klokkuklárt lógarbrot á býráðsfundi í Runavíkar kommunu

Innanlands | 30/11-2018 22:30

Ósemja er í Runavíkar býráð. Ósemjan er um hvussu mál eiga at verða avgreidd. Tað sær út til at verða trupult at finna semju um hvussu mál skulu avgreiðast

Næstseinasti býráðsfundur var eitt sindur margháttligur. Í gjár var aftur býráðsfundur og hesin var ikki minni margháttligur.

Byrja var við at taka nýtt mál á skrá. Málið var at velja nevndir av nýggjum. Tað er ikki vanligt at gera slíkt við so stuttari ávaring. Tað er eisini ivasamt um tað er loyvt at taka slíkt mál á skrá, sum ikki er fráboða áðrenn. Orsøkin er upplýst í tiðindaskrivi at verða, at Jonhard Danielsen, einsamalli býráðslimurin á lista C, hevði av órøttum funnist at umsitingini. Tískil valdi býráðið at skipa seg av nýggjum.

Í hesum sambandi sigur Kommunustýrislógin:

§ 16. Kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvussu kommunustýrislimur skal kunna fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðir.

Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur rætt at kanna framlagt tilfar saman við serkønum stuðli, sum ikki er kommunustýrislimur, í tí vavi, tað er í samsvari við reglurnar um tagnarskyldu.

§ 20. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd.

Stk. 2. Borgarstjórin gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundirnar. Undan hvørjum fundi skal borgarstjórin kunna kommunustýrislimirnar um, hvørji mál koma fyri.

Stk. 3. Eitt hóskandi tíðarskeið fyri fundin skal borgarstjórin leggja mál og málsupplýsingar fram, so at kommunustýrislimirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi málini.

Tó sæst einki til, at tað sum Jonhard Danielsen hevur skriva í seinastuni er afturvíst. At koyra hann úr nevnd, uttan sakliga at afturvísa ákærurnar sum víst verður til, tykist undarligt. Tó er ikki neyðugt at grundgeva eina politiska avgerð.

Alt býráðið fór í morgun til Íslands at ferðast. Tí er trupult at fáa viðmerkingar frá teimum. Men teir verða aftur fyrst í komandi viku.

Á fundi bleiv avgjørt at borgarstjórin og umsitingin skuldu taka sær av einum trivaligum parti av rakstrinum, uttanum nevndirnar og í stríð við kommunustýrisskipanina. Hetta er at seta eftirlitsskipanina í stýrisskipanini úr gildi. Hetta var nevnt sum rationalisering. Dugdi ikki á fundinum at skilja, hví umsiting av bygningum v.m. ikki kundi leggjast í eina nevnd, sum var mest upplagt og í samsvar við stýriskipanina fyri Runavíkar kommunu. Men so hugsaði eg, at tá hevði tað helst enda í teknisku nevnd.

Keyp av einum saltara í heimildarloysi bleiv blástempla og fíggjarnevndalimirnir, sum harumframt eru toppar í Betri og á Bakkafrost, lótu verða við at svara spurningi, sum var stílaður beinleiðis til teir og ikki til borgarstjóran á hesum kommunustýrisfundi, um hetta. Harvið hjálptu teir borgarstjóranum at dekka útyvir heimildarleysa keypið, sum teir annars høvdu nokta at góðkenna í fíggjarnevndini nakrar dagar frammanundan. Tað er ósannlíkt, at teir eru óvitandi um málið. (sum ískoyti skal nevnast, at teir fingu hendan spurning í telduposti stutt aftaná fundin klokkan 20:57 í gjár og hava ikki enn svara hesum)

Keypið var grundgivið við hesari paragraff í kommunustýrislógini: Stk. 3. Borgarstjórin kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða ella har ongin orsøk er til iva.

Hendan paragraff er ikki ætla til hetta brúk. Somuleiðis vísa skjøl í málinum, at hendan paragraff er brúkt aftaná, fyri at bjarga støðuni. Málið kundi verið avgreitt umvegis teldupost í fíggjarnevndini, men hon segði jú nei nakrar dagar áðrenn.

Byggiloyvi til Frakt og Sand bleiv viðgjørt og tá avvísti formaðurin í býarskipanarnevndini at diskutera, at kommunan uttan býráðssamtykt hevur selt 1000 kvadratmetrar av grundøkinum hjá Frakt og Sand. Tann sølan er helst til Undirsjóvartunnilin. Men hon er framvegis ikki samtykt í býráðnum, eftir tí R7 hevur fingið upplýst.

Tað eru greiðar reglur fyri sølu av fastari ogn.

§ 44. Føst ogn hjá kommununi má ikki seljast, uttan so, at ognin frammanundan hevur verið boðin út alment. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina við almennum útboði umframt reglur um, at ávísar ognir kunnu undantakast almennum útboði.

Stk. 2. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirskrivað av borgarstjóranum og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.

Eitt klokkuklárt brot á lógina var eisini, tá nokta bleiv einum býráðslimi at fáa sína serstøðu í Gerðabókina. Og tað bleiv nokta fleiri ferðir. Her er kommunulógin púra greið.

§ 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum.

Stk. 2. Hevur kommunustýrislimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Tá mál, har kommunustýrislimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verður sent øðrum myndugleikum, kann kommunustýrislimur krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini.

Á fundinum sótu 9 kommunustýrislimir og lótu standa til. Teir eiga at vita at hetta er ein rættur hjá øllum býráðslimum. Eisini teimum sjálvum.

Hetta var ein partur av tí sum fekst burtur úr býráðsfundinum hjá Runavíkar kommunu. Í øllum førum er nógv at biðja um innlit í. So vit verða ikki tíðindaleys í bræði. Men tað tekur ivaleyst 10 dagar at fáa alment innlit.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Løgtingið bíðar eftir málum og álitum
Tummas Henriksen kom á Miðvág við KATRIN JÓHANNU seinnapartin
Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út
Hugnaløtan (16), tá Hanna Jensen var gestur, verður endursent í dag (7. des)
Brúgvin (113) - 10. des 2018
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi