Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Lýsing
Lýsing

Handilsmaðurin, ið ikki dámar matvøruspill

Innanlands | 01/12-2018 18:45

Tað er týsdagur og eg eri á veg til matvøruhandilin Á, á Glyvrum, har Bjørgfinnur Heinesen er leiðari. Súsi av bilum fánast tá eg komin inn um glasdyrnar, ið bjóða mær inn í ein matvøruheim við øllum tí sum tørvur er 'Á'. Við dyrnar er eitt runt borð við eini kaffikannu og koppum. Gratis kaffi til kundarnar, ein góð byrjan.

Ætlaði ikki at gerast sølumaður
Bjørgfinnur hevur arbeitt í handli síðan hann gekk í 7. flokki, men hann ætlaði als ikki at gerast handilsmaður. Hann hevði lagt ætlanir um at lesa til maskinmeistara, eins og pápin, og vera liðugur í skúlanum tá hann var 19 ár. Men, so fekk hann bjóðað lærupláss í handlinum í Norðagøtu, og hann tók av.
 
Hetta var helst ein skilagóð avgerð, tí tá hann var 17 ár gjørdist hann longu leiðari í matvøruhandlinum á Skála. Hann hevði ikki koyrikort og tók tí bussin til arbeiðis hvønn dag. Í dag er hann 30 ár og eigur part í matvøruhandlum bæði í Havn og í Gøtu, og arbeiðir sum leiðari í matvøruhandlinum Á, á Glyvrum.
 
Matvøruspill
Bjørgfinnur dámar als ikki at matur verður tveittur burtur. Tískil verður vøruprísurin settur niður á vøru ið er komin tætt at lokadegi, so kundarnir kunnu keypa vøruna bíliga. Eisini verður givið til vælgerandi endamál. Soleiðis ger hann sín part at minka um matvøruspillu.
 
"Stórur partur av vøruni ið er við at ganga út, sum eg veit ikki verður seld, verður givin burtur", sigur Bjørgfinnur og leggur afturat, at handlarnir høvdu forvunnið meira pengar um matvørurnar blivu beindar burtur, men tað velja tey at síggja burtur frá.
 
Handla við samvitskuni
"Man má handla við samvitskuni", sigur handilsmaðurin við einum brosi "Fyrst er nógv orka brúkt til at framleiða vøruna, og skal man beina hana burtur, verður orka aftur brúkt til at beina fyri somu vøru."
(Verður hugsað um heimsmálini hjá ST um burðardygga menning, har mál eru sett um at brúka minni orku, og eisini burðardygga matnýtslu, er hetta rætti vegurin at ganga.)
 

Tak matoyðsl í álvara


Í Á handlinum hongur ein plakat, ið áminnur kundan, um ikki at keypa meira vøru enn tørvur er á. Hon beinleiðis biður kundan um at ansa sær eftir mongdar tilboðum. 
 
Eru tit slett ikki áhugaði í at selja?
"jú, at selja við við viti og skili men ikki selja fyri ein og hvønn prís. Um vit selja við ábyrgd fyri umhvørvinum, so trúgvi eg at vit øll vinna". 
 
Handilin á Glyvrum 
Bjørgfinnur greiðir frá, at øll matvøran í handlinum er upstillað við umhugsni, soleiðis at kundin lættliga finnur tað, hann leitar eftir. Til dømis liggur tað mesta sum hevur við morgunmat at gera á sama staðið, og ganga vit so longur, nærkast vit døgurðamatinum.  Týdningur er í, at tað er pent fyri eygað og lætt hjá kundanum at finna.
Á handilinum á Glyvrum  

                                                                                                                                                              
Avbjóðingar í starvinum
At vera leiðari í einum matvøruhandli, er als ikki uttan avbjóðingar, og leiðarin nýtist at vera framskygdur. T.d. skulu øll tilboð vera bíløgd fimm vikur frammanundan og øll vanlig vøra eina viku áðrenn hon kemur í handlarnar. Tað krevur umhugsni og góða tilrættisleggjan, tí tað ber sera illa til at hava mat á lagri, m.a. tí matvøra gongur út. Tað eru fleiri ting at taka hædd fyri, tískil er starvið spennani, greiðir Bjørgfinn frá.
 
Umframt at vera leiðari í matvøruhandli, er Bjørgfinnur sera virkin í í Eysturoynni. Hann gongur í Kelduni og er Ísraels vinur burtur av.
 
 
(Síðan samrøðan varð gjørd, hevur Bjørgfinnur avgjørt at fara í orlov frá 1. januar '19 - 1. januar ´20. Hann hevur fingið bjóða fulltíðar starv í samkomuni Keldan. Vit á R7 ynskir honum hjartaliga tillukku og Guðs eydnu við sølu og í nýggja starvinum)  
 
 
 
 
 


Lagt út: Martin í Grund
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
10 sjúkrarøktar­frøð­ingar fingið prógv í serútbúgving innan krabba­meinssjúkrarøkt
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vestmanna kommuna fekk einki ítøkiligt tilboð um bygging á Kolastykkinum
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Beint nú á R7: FORMAÐU­RIN HEVUR ORÐIÐ: hesa ferð Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen: Sonja vildi ikki hava lands­stýrissessin í arbeiðsmarknaðarmálum
Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Norski krúnprinsu­rin vil tosa við systur sína um hennara heiti sum prinsessa
Myndarøð: Biskupstøðgarður
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Nýggjastu tíðindi