Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hví verja kommunurnar ikki SEV?

Lesarabrøv, Politikkur, Vinnulív | 02/12-2018 21:59

Kommunurnar  - eigararnir tiga, meðan mikrofonhaldarar lata grammar handilsmenn, sum vilja framat ognunum hjá SEV, hegla okkara elfelag niður í royndunum at fáa fatur á fólksins elfelag, sum í veruleikanum eigur lívið í menningini av okkara samfelag.

Hví hava kommunurnar, eigararnir av SEV, onga rødd í almenna kjakinum, ið stendur upp fyri henda felagsskapin, sum í meira enn 70 ár hevur verið grundarlagið undir allari menning av føroyska samfelagnum.

Kommunurnar stovnaðu SEV,  men tú hoyrir ikki ein einasta borgarstjóra fara “all in” at verja borg, tá grammir, bæði heimligir og útlendskir oljusjeikar, í almenna rúminum royta okkara hønu, sum verpur gullegg, meðan hon enn er livandi. Ringur fuglur drítur í egið reiður, verður vanliga sagt um svikalig fólk, sum ikki hava rygg at standa ímóti, tá onnur lasta teirra t.d. upphav – ella í hesum førum teirra ogn. Um eigararnir sjálvir ikki eru sannførdir um framtíðina hjá sínum egna barni, ja so stendur illa til hjá SEV.

Felagsskapurin, sum hevur tryggjað orku til allan privatan og vinnuligan framburð í Føroyum, ja út til hvønn einasta borgara, yvir fjøll og sund, ja út í hvønn krók í landinum, sær út til at standa fyri falli.

SEV hevur ongantíð havt nakran góðan í almennu pressuni, sum heldur mikrofonini fyri handilsmonnunum. Teir ætla sær inn á elmarknaðin at vinna pengar burtur úr okkara samhaldsføstu elskipan, og tá kann eg siga tykkum, at prísurin fer upp.

Handilsmenninir vilja nevniliga tjena sína pengar frá stóru góðu kundunum, meðan SEV so kann fáa restina – elnetið og koblingsstøðir, sum skulu flyta orkuna út til kundarnar hjá handilsmonnunum, og til útoyggjarnar, útjaðarin – ja, øll veikari øki í samfelagnum, sum í dag fáa trygga elveiting, júst tí vit hava eina samhaldsfasta skipan. Veitingarskyldan og veitingartrygdin hjá SEV hava øll árini tryggjað bæði vinnulívi og privatum streym í kontaktina døgnið runt, alt árið.

SEV brúkar allan vinningin til nýggja íløgur, so at vit framhaldandi kunnu menna okkara felags elskipan. Handilsmenninir hava ein heilt annan hugburð, teir vilja nevniliga tjena pengar, og tað eru pengar, sum vit ongantíð síggja aftur.

Tað er nú løgið, at kommunur ikki verja sítt egna barn.

 

Vinarliga

Jákup Suni Lauritsen, fyrrverandi nevndarformaður í SEV


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi