Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt

Innanlands, Politikkur | 03/12-2018 14:13
Mynd: Tórfinnur Nielsen

- Um Tunnilsfelagið gjøgnumførir ætlaðu vegaføringina á Gomlurætt, fara hundraðtals miljónir í íløgum í Gomlurætt fyri skeyti. Men ein íløga uppá 20 miljónir kann bjarga Gomlurætt, um linjuføringin fyri tunnulin verður løgd sum upprunaliga ætlað, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

- Tórshavnar kommuna var sum byggi- og planmyndugleiki ikki hoyrd ella tikin uppá ráð í sambandi við ætlaðu vegalinjuna á Gomlurætt til tunnilsmunnan til Sandoyartunnilin. Loysnin, sum er vald, er eftir kommununar tykki bara vald út frá einum fíggjarligum endamáli, og ikki einum fakligum grundarlagi. Fakfólk hjá kommununi og Landsverk tykjast harnæst samd um, at verandi loysn ikki er tann besta loysnin, og eigur tí at vera endurskoðað. Hetta sigur Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivið í dag.

- Tórshavnar kommuna ynskti, at kommunan slapp at ráða yvir havnarøkinum á Gomlurætt, eins og fyridømi eru um í øðrum kommunum, har undirsjóvartunlar hava avloyst sjóvegis sambandið. Kommunan ynskti at varðveita økið sum havnaøki, sum er einasta havnaøki í kommununi, sum vendur vestureftir móti Koltri og Hesti.

- Kommunan ætlaði at nýta økið til vinnuligt virksemi og at menna økið í hesum sambandi, herundir til ferðavinnu, aling, smábátar, frítíðarvirksemi o.a. Gamlarætt er tilbúgvingarhavn í sambandi við Hest og Koltur og eisini í sambandi við ymisk átøk á sjónum. Tann dagin, tunnilin ikki kann nýtast, er frægasta leiðin um fjørðin frá Gomlurætt til Sandoynna, Hest, Koltur og vestureftir, bæði til ferða- og vinnuligan flutning.

- Á Velbastað eru góðir møguleikar fyri býarvøkstri, og ein natúrligur partur av hesum er vinnuligt virksemi, herundir eisini virksemi, sum skal liggja á havnaøki upp at bryggjukanti. Skulu Hestur og Koltur mennast sum útoyggjar, so er Gamlarætt ein avgerandi treyt fyri menningarmøguleikum.- Tað er týdningarmikið, at hetta økið, sum hevur eitt virði uppá hundraðtals miljónir, verður gagnnýtt á besta hátt, soleiðis at hetta kann verða ein vinningur fyri kommununa og landið sum heild. Kommunan hevur heldur ikki fingið nøkur skjøl, ið lýsa fyrimunur og vansar við tí loysn, ið fyriliggur.

- Landsverk hevur gjørt eitt upprit, sum vísir á vansar og møguleikar, og Landsverk metir ikki uppskotið vera gott fyri økið. Fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu er samd við Landsverk.

- Umhvørvisstovan hevur frámatrikulerað tunnilsportalin á Gomlurætt, men vísti á, at kommunan sambært býarskipanarlógini er planmyndugleiki. Í hoyringssvari sínum hevur tunnilsfelagið eisini víst á, at hóast sundurbýtið verður gjørt, so forðar hetta ikki fyri eini eftirfylgjandi samráðingartilgongd millum felagið, Tórshavnar kommunu og avvarðandi landsmyndugleikar um møguliga at flyta tunnilsportalin.

- Umhvørvisstovan mælti tí til at brúka tíðina til arbeiðið byrjar, at finna eina semju um plaseringina av tunnilsportalinum á Gomlurætt og um framtíðar brúkið av havnaøkinum - og at staðfesta hetta í serstakari byggisamtykt fyri økið.

- Í september í fjør varð einmælt samtykt, at býráðið ikki tekur undir við verandi linjuføring á Gomlurætt og mælir landsins myndugleikum til, at taka upp nýggjar samráðingar við P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil.

- Mín áheitan á landsins myndugleikar nú er, at taka eina skjóta avgerð, tí nú eru vit komin hartil, at Tunnilsfelagið fer at byrja arbeiðið, og harvið standa vit í vanda fyri at missa eitt stórt menningarøki, eins og hundraðtals miljónir í íløgum fara fyri skeytið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi