Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vindrøkt klárt til at veita grøna orku til 6.000 húsarhald

Innanlands, Lesarabrøv | 04/12-2018 10:36

Nógv kjak hevur tikið seg upp, síðani SEV kom við uppáhaldinum um, at undirritaði, sum ábyrgdarhavari fyri Vindrøkt, og bóndin í Hoyvíkshaganum, forða fyri útbygging av grønari orku.

Í 2003 tók myndugleikin stig til, at Røkt slapp at seta upp vindmyllur. Hetta hóast SEV tá tvíhelt um, at tað ikki bar til við vindmyllum í Føroyum.

Vindrøkt hevur síðani roynt at ment hetta enn meira við pumpuverkætlan og øðrum.

Síðani eru ávísar mannagongdir settar í verk, sum skulu fylgjast, tá vindmyllur skulu setast upp.

Hesar mannagongdir hevur Vindrøkt arbeitt eftir, og gjørt økir klár, samsvarandi hesum mannagongdum.

Við royndunum vit hava gjørt okkum, vistu vit fyri fleiri árum síðani, at Hoyvíkshagin óiva var væl egnaður til endamálið.

Nú vit hava fylgt mannagongdunum, sum hava verið galdandi, og gjørt allar kanningarnar, og eru klárir at fara í gongd at veita grøna orku – longu komandi summar – til tað sum svarar til 6.000 húsarhald er líkt til, at myndugleikin á økinum ynskir at broyta mannagongdirnar, við stórum trýsti fra SEV. Ja, SEV ákærir enntá Vindrøkt og bóndan at forða fyri útbygging av grønari orku.

Vit vilja gjarna kappast undir teimum fortreytum, sum hava verið galdandi. Vit halda tað ikki vera rætt, at broyta spælireglurnar, bara tí ein kappingarneyti, í hesum føri SEV, ynskir tað, til tess at draga tíðina út til egnan fyrimun uttan samfelagslig atlit.

Vit verða sagdir at verða grammir. Kanska ikki líka grammir sum SEV at krevja pening inn frá brúkaranum, men á tí grøna økinum eru vit óiva meira grammir enn SEV – tað hevur søgan víst.

Vindrøkt hevur prógva nú í meira enn 15 ár, at tað ber til við grønari orku í Føroyum, ið byggir á kenda, trygga og kappingarføra tøkni, meðan SEV framvegis heldur seg til dálkandi orkuna.

Tað er spell, um SEV fær ávirka myndugleikan og politisku skipanina soleiðis, at teir broyta mannagongdirnar, og harvið tarnað menningini av grønari orku.

Men um myndugleikin vil broyta hugburð aftur tann rætta vegin, verður fari í gongd í Hoyvíkshaganum við tað sama, og grøn orka verður framleitt til tað sum svarar til 6.000 húsarhald.

Vindrøkt hevur gjørt økið klárt, og hevur bæði tøknina, fíggingina og áræði til at fara í gongd.

Lykilin er hjá politisku skipanini – um hon fær givið boð  til mynduleikan á økium, um at fylgja mannagongdunum, sum hava verið, so er grøn orka klár til 6.000 húsarhald longu komandi summar.

P/F Vindrøkt
Jóhan í Niðristovu


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi