Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Góður borgarafundur í Hesti í gjár

Innanlands | 04/12-2018 18:36

Samferðsla, rætturin til Gomlurætt, byggisamtyktin, summarhúsøki og 100 ára hátíðarhald fyri sjólætnum vóru nøkur av høvuðsevnunum á hugnaliga borgarafundinum í Hesti í gjár, har eini 25 fólk úr Hesti hittu umboð fyri umsitingina og býráðið.

Byrjað varð seinnapartin í gjár við rundvísing í bygdini. Á fyrsta sinni arbeiðir Tórshavnar kommuna við at seta av 2,5 miljónir til bygdirnar í eini eykajáttan. Játtanin er ætlað til t.d. vetrarfriðing, størri ábøtur og ferðslu. So hugaligt var at síggja, hvat okkurt av hesum peningi kann nýtast til eftir tilmæli frá staðbundnu nevndini.

Høvuðsevnið á skránni var nýggj byggisamtykt. Fyri seks ár síðan kom krav um, at allar bygdir skuldu hava eina samtykta byggisamtykt. Umsitinin legi eina ætlan fram, sum umfataði skráseting, sethúsaøki, almennar stovnar og uppskot um, hvussu farast kann víðari. Freist til viðmerkingar er 1. janar, politisk viðgerð verður í február, so verður hoyring í seks vikur, áðren byggisamtyktin skal góðkennast av Innlendismálaráðnum.

Nógv varð tosað um summarhúsútstykkingar. Uppskot um útstykking og parkeringspláss varð lagt fram. Ein annar spurningur var ferðasambandið, sum er púra vónleyst sum er, og helst gerst verri, tá tunnilsarbeiðið fer í gongd og Teistin verður fult bookaður hvønn túr. Hetta er ein landsuppgáva og dentur varð lagdur á, at hestsfólk mugu tosa við nýggja samferðslumálaráðharran um sambandið.

Bygdarfólkið legði áherðslu á, at tey ikki mugu missa rættin til Gomlurætt, og at Tunnilsfelagið ikki má fáa loyvi til at gera sum tað vil. Møguleikin at sigla millum Hest og Gomlurætt er lívæðrin hjá bygdini. Onnur mál á skrá vóru t.d. vetrarfriðing, vegagerð, bíðirúm á keiini og almenn toilett. 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Tey lærdu okkum at elska Frelsaran.
Rættvísgjørdur av trúgv 
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Húsarannsókn hjá fleiri laksafyritøkum
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Er tað ein fyrimunur at kenna tey røttu í Býráðnum?
Páll á Reynatúgvu umhugsar uppskot
R7 Premier League (37) - 18. feb 2019
MYNDARØÐ: Stórur skaði við vøllin við Stórá
Svenskt met í stórum afturparti
Myndarøð: stormur í Vági
At lúgva um sína trúgv eitur Taqiyyah og er loyvt einum muslimi
"Kom á 2069!" (49) - 15. feb 2019
Prát við Hera Mortensen
Jóhann Lützen: Tjóðveldi ger einki við loysingina
Prát við Jákup Vestergaard og Bjørt Samuelsen
Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið
Frans pávi játtar, at Pávakirkjan brúkar nonnur sum sex-trælir
Samrøða við Danjal av Rana
Føroysk genta skal vera maskottur á Anfield týskvøldið
Tíðindi klokkan 12
Annika Olsen stillar upp
Lars Løkke Rasmussen sendir heilsan til KOKS og Poul Andrias
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi