Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Heimsins størsta fiskiskip á Kollafirði

Innanlands | 04/12-2018 23:00

Í morgun kom heimsins størsta fiskiskip, Annelies Ilena, á Kollafjørð at Landa. Teir hava uml. 3700 tons av frystum svartkjafti, sum fer umborð á frystifarmaskipið Green Guatemala.

Annelies Ilena er ein pelagiskur trolari, sum er bygdur í Norra í 2000. Skipið er 144 m langt og 24 m breitt og hevur tveir motorar á 7000 KW. Frystiorkan er uml 450 tons um samdøgrið, og skipið lastar uml. 7000 tons av frystum.

(Til samanberingar kann nevnast, at Norðborg er 83.5 m long og 18,4 m breið. Hon frystir uml. 180 tons um samdøgrið og lastar uml. 1400 tons av frystum)

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í morgun við ymiskum lesnaði og heilsaði uppá nakrar av manningini.
Mathias, sum er skipari, sigur, at manninginn telur 65 mans, og teir koma frá ymiskum londum.

Teimum umborð á Annelies Ilenu og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Sí myndir her: https://www.facebook.com/FøroyskaSjómansmissiónin

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Tey lærdu okkum at elska Frelsaran.
Rættvísgjørdur av trúgv 
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Húsarannsókn hjá fleiri laksafyritøkum
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Er tað ein fyrimunur at kenna tey røttu í Býráðnum?
Páll á Reynatúgvu umhugsar uppskot
R7 Premier League (37) - 18. feb 2019
Svenskt met í stórum afturparti
MYNDARØÐ: Stórur skaði við vøllin við Stórá
Myndarøð: stormur í Vági
At lúgva um sína trúgv eitur Taqiyyah og er loyvt einum muslimi
"Kom á 2069!" (49) - 15. feb 2019
Prát við Hera Mortensen
Prát við Jákup Vestergaard og Bjørt Samuelsen
Jóhann Lützen: Tjóðveldi ger einki við loysingina
Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið
Frans pávi játtar, at Pávakirkjan brúkar nonnur sum sex-trælir
Samrøða við Danjal av Rana
Annika Olsen stillar upp
Føroysk genta skal vera maskottur á Anfield týskvøldið
Tíðindi klokkan 12
Lars Løkke Rasmussen sendir heilsan til KOKS og Poul Andrias
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi