Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Skiftandi veður

Innanlands | 05/12-2018 11:16

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt hátrýst, 1017 hPa, í ein landnyrðing úr Føroyum, flytur seg spakuliga í ein landnyrðing. Køld luft streymar inn yvir Føroyar av eystri. Eitt lágtrýst, 968 hPa, flytur seg í nátt móti Íslandi av útsynningi. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni kemur inn yvir Føroyar fyrrapartin í morgin.

Veðurvánirnar:

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Í nátt verður ættin eystan og landsynningur og vindurin veksur til frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður nakað av sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta. Út á náttina verður samdrigið og kanska nakað av regni ella vátaslettingi. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 5 stig. Sum náttin líður hækkar hitin uppí 4 til 8 stig.

Veðrið hósdagin:

Frískur vindur til hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Út á seinnapartin snarar ættin í ein útsynning og vindurin minkar til lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Móti náttini verður ættin aftur landsynningur. Tað verður skýggjað við nakað av regni, men móti náttini verður turt fyri tað mesta. Hitin um dagin fer at liggja millum 5 og 9 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig.

Veðrið fríggjadagin:

Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 3 til 8 m/s. Móti kvøldi veksur vindurin til andøvsgul til strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Tað verður turt fyri tað mesta og sólglottar, men eitt skifti verður skýggjað fyri tað mesta við regn- ella vátaslettingsælum. Móti náttini verður aftur turt. Hitin um dagin fer at liggja um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig.

Veðrirð leygardagin:

Gul til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, onkrastaðni strúkur í vindi, 13 m/s. Tað verður turt fyri tað mesta við nakað av sól ella sólglottum. Hitin um dagin fer at liggja millum 2 og 5 stig, sunnunáttina verður kaldari – millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Veðrið sunnudagin:

Gul til frískan vind av norðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Eitt skifti verða kavaæl, annars verður nakað av sól ella sólglottar. Hitin um dagin fer at liggja millum 1 og 5 stig, men um náttina verða millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Løgtingið bíðar eftir málum og álitum
Tummas Henriksen kom á Miðvág við KATRIN JÓHANNU seinnapartin
Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út
Hugnaløtan (16), tá Hanna Jensen var gestur, verður endursent í dag (7. des)
Brúgvin (113) - 10. des 2018
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi