Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Fyri fyrstu ferð, sum eg veit um, kundi eg 1. november í ár fáa bíligari bensin í DK enn í FO, hetta sjálvt um avgjøldini eru væl størri í DK. Tað skrivaði Jógvan Pall Lasen á sínum facebook vanga 30.november. Les alt her
Fyri fyrstu ferð, sum eg veit um, kundi eg 1. november í ár fáa bíligari bensin í DK enn í FO, hetta sjálvt um avgjøldini eru væl størri í DK. So í kvøld í KVF at hoyra ein oljustjóra tosa um fría kapping, sum sjálvur ongantíð hevur nakað tilboð ella prísmun, samstundis sum hesi feløg hvønn tann einasta dag á hvørjum ári duga so væl at kappast, at tey áltíð hava sama prís.
Eingin annar í fríðari kapping hevur dugað so væl – ella illa – at kappast. Samstundis kunnu oljufeløgini betala risa vinningsbýtir til eigarnar. Gulleggið hjá íslendska oljufelagnum, sum eigur Magn liggur í FO, tí í Íslandi er kapping. Nú skullu hesir saman við nøkrum útvaldum eisini seta seg á elnetið, sum teir einki eiga í, eins og SEV heldur einki eigur í oljutangunum. Uppskriftin er at seta prísin á bensini upp fyri at pressa seg inn á elveitingina, og um tann kappingin um el á papírinum verður vunnin, kunnu teir so bara brúka sama leist fyri bensinið og seta prísin sum teimum lystir.
Tí eigur okkara samhaldsfasta felag SEV sum er “non profit” eisini at selja bensin og olju, og hava sama atgongd til tangarnar, ella uppaftur betri, fingið sær egnar tangar.

Fyri fyrstu ferð, sum eg veit um, kundi eg 1. november í ár fáa bíligari bensin í DK enn í FO, hetta sjálvt um avgjøldini eru væl størri í DK. So í kvøld í KVF at hoyra ein oljustjóra tosa um fría kapping, sum sjálvur ongantíð hevur nakað tilboð ella prísmun, samstundis sum hesi feløg hvønn tann einasta dag á hvørjum ári duga so væl at kappast, at tey áltíð hava sama prís. Eingin annar í fríðari kapping hevur dugað so væl – ella illa – at kappast. Samstundis kunnu oljufeløgini betala risa vinningsbýtir til eigarnar. Gulleggið hjá íslendska oljufelagnum, sum eigur Magn liggur í FO, tí í Íslandi er kapping.
Nú skullu hesir saman við nøkrum útvaldum eisini seta seg á elnetið, sum teir einki eiga í, eins og SEV heldur einki eigur í oljutangunum. Uppskriftin er at seta prísin á bensini upp fyri at pressa seg inn á elveitingina, og um tann kappingin um el á papírinum verður vunnin, kunnu teir so bara brúka sama leist fyri bensinið og seta prísin sum teimum lystir.
Tí eigur okkara samhaldsfasta felag SEV sum er “non profit” eisini at selja bensin og olju, og hava sama atgongd til tangarnar, ella uppaftur betri, fingið sær egnar tangar.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur