Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Føroya fyrsta fótbóltsakademi stovnað í Vági

Ítrottur | 05/12-2018 18:47

Fótbóltsakademi Føroya (á enskum: Faroe Islands’ Football Academy) verður navnið á fyrsta fótbóltsakademinum í Føroyum, tað skrivar Ítróttarháskúlin í Suðuroy í tíðindaskrivið.

Fótbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum. Áhugin fyri fótbólti veksur ár um ár og nógvir føroyskir ungdómar hava ein dreym um at gerast yrkisfótbóltsleikarar bæði í Føroyum og uttanlands. Í Evropeiskum fótbólti verða flestu grundarsteinarnir undir eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikari lagdir í fótbóltsakademium. -Og nú verður Føroya fyrsta fótbóltsakademi stovnað í Vági. 

Eitt fótbóltsakademi er ein skipaður skúli, har fótbóltur er berandi innihaldið í skúlanum. Høvuðsendamálið er at fyrireika ungar fótbóltsleikarar til eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikarar. Fótbóltsakademi verða vanliga skipaði fyri ungar leikarar, og er skúlagongd, antin í fólkaskúla ella miðnámsskúla, eisini vanliga partur av skúlaskapinum á einum fótbóltsakademii. 

Fótbóltsakademi Føroya er eitt tilboð til dreingir og gentur í aldursbólkunum 9. og 10. floksaldri og í miðnámsskúlaaldri – eitt tilboð til aldursbólkarnir U15 til og við U21. Kjarnin í Fótbóltsakademi Føroya er eitt heildartilboð til leikaran, har ein menning av tí einstaka sum fótbóltsleikara og menniskja er í hásæti – og er av somu orsøk talan um eitt tilboð sum fevnir um bæði fótbóltsvenjing og skúlagongd. 

Fótbóltsakademi Føroya er skipað í samstarvi millum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy. Fótbóltsakademiið er ein uppstigan av fótbóltslinjuni, sum hevur verið á Ítróttaháskúlanum, og bygt verður eisini á royndirnar, sum vórðu gjørdar í samstarvinum millum Ítróttaháskúlan og VB í hondbólti.  

Leikarar á fótbóltsakademinum koma sostatt at fevna um bæði næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og um næmingar, sum ganga í fólkaskúla í Suðuroynni ella á Miðnámsskúla í Suðuroynni. Leikarar úr øðrum pørtum av landinum ella uttanlands eru vælkomnir á Fótbóltsakademi Føroya – og tilber at fáa meiri at vita um Fótbóltsakademi Føroya hjá Guðmundi Joensen, leiðara á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. 

Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum venjaratoymi. Annar av venjarunum er Jón Pauli Olsen, sum hevur A-venjara útbúgving, hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í næstum verður søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Løgtingið bíðar eftir málum og álitum
Tummas Henriksen kom á Miðvág við KATRIN JÓHANNU seinnapartin
Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út
Hugnaløtan (16), tá Hanna Jensen var gestur, verður endursent í dag (7. des)
Brúgvin (113) - 10. des 2018
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi