Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Metingar av arbeiðsplássum mugu setast í verk

Innanlands | 06/12-2018 10:39

Í grannalondum okkara eru sonevndar arbeiðsplássmetingar, APM, vorðnar alsamt vanligari seinnu árini. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur nú gjørt ein eftirkanningarlista, sum kann staðfesta hvussu arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum hevur tað. Í Føroyum er APM ein sjálvboðin skipan

Í strembanini eftir at bøta um arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkum, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftir danskari fyrimynd gjørt ein eftirkanningarlista, sum leiðslur á arbeiðsplássum eiga at gera brúk av, tá metast skal um arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássi.

Eftirkanningarlistin er ein sonevnd arbeiðsplássmeting, APM, við eini røð av spurningum, sum arbeiðspláss kunnu nýta til tess at finna fram til trupulleikar og avbjóðingar í arbeiðsumhvørvinum. Arbeiðsplássmetingar eru tískil eitt hent amboð fyri tey arbeiðspláss, ið ynskja at betra um arbeiðsumhvørvið.
 

Tá eitt arbeiðspláss ynskir at gera eina kanning av arbeiðsumhvørvinum, eiga øll starvsfólkini at svara spurnarblaðnum, sum er gjørt til endamálið. Hetta spurnarblaðið er gjørt soleiðis, at starvsfólkini kunna svara við antin ja ella ja. Teir spurningar, ið ja verður svarað til, eiga at verða mettir sum arbeiðsumhvørvistrupulleikar, og skulu skrásetast í arbeiðsætlanini fyri, hvussu arbeiðsplássið ætlar sær at loysa hesar trupulleikar.

Til ymiskt økir

Vegleiðingin snýr seg millum annað um upplæring, leiðbeining, vanda fyri óhappum, ergonomiskt arbeiðsumhvørvi, sálarligt arbeiðsumhvørvi, inniumhvørvi, larm, sjúkrafráveru og annað.

- Vit halda, at hetta er eitt sera hent amboð, tí spurningarnir er lutfalsliga lættir at svara. Harvið ber til at fáa staðfest, um tað eru trupulleikar í arbeiðsumhvørvinum, sum nakað eigur at verða gjørt við. Nógv ivasom viðurskifti eru løtt at loysa, tá man fyrst hevur fingið staðfest tey og haðani frá fáa lagt upp til eina loysn, sigur Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, við Starvsmannafelag.fo.

Eftirkanningarlistarnir eru snikkaðir til hvørt einstakt arbeiðsøki sær, og tí er umráðandi at nýta rættan lista. Hetta er tí, at avbjóðingarnar og trupulleikarnir í arbeiðsumhvørvinum kunnu verða ymiskir, alt eftir hvat arbeiði, talan er um.

Fyribils eru gjørdir eftirkanningarlistar fyri fýra ymisk arbeiðsøkir, har eitt av hesum snýr seg um skrivstovustørv. Væntandi fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið at gera í alt umleið 15 listar, ið fara at fevna um allan arbeiðsmarknaðin.

Sjálvboðið í Føroyum

Sambært galdandi lógum á økinum, er ikki tvingað at hava arbeiðsplássmetingar í Føroyum, sum tað millum annað er galdandi í Danmark. Anna A. Andresen heldur tó, at tað er ein fyrimunur fyri eitthvørt arbeiðspláss og harvið arbeiðsgevaran at seta í verk APM-skipanina.
 

- Við at gera tað, sendir arbeiðsgevarin eitt gott signal til starvsfólkini. Tað tekur ikki langa tíð at fáa hetta gjørt, og neyðugt er ikki at gera tað á hvørjum ári. Vit halda tað vera hóskandi at gera hesar kanningar triðja hvørt ár, sigur Anna A. Andresen.
 

Kanningin er løtt at gera. Tað snýr seg bert um at skriva eftirkanningarlistan út, har starvsfólkini fáa eitt eintak hvør og síðani seta kross fyri ja ella nei eftir hvønn spurning. Fyri at verja tað einstaka starvsfólkið, skal einki navn skrivast á spurnarblaðið, og sostatt ber ikki til at leiða svarini aftur til nakað einstakt starvsfólk.
 

Spurd á hvønn hátt hettar kann vera ein fyrimunur fyri starvsfólkini, sigur sálarfrøðingurin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við Starvsmannafelag.fo.
 

- Tú fært sett orð á møguligar trupulleikar og sostatt høvi til at loysa teir. Serliga, um tað eru fleiri, ið peika á tað sama, so er lætt at staðfesta, at her veruliga er nakað, sum arbeiðsgevarin eigur at taka upp og fáa gjørt nakað við, sigur Anna A. Andresen.

 

Ein vinn-vinn støða

Sálarfrøðingurin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sigur, at við APM-skipanini fær arbeiðsgevarin tikið ”temperaturin” á arbeiðplássinum og staðfest, hvussu støðan er viðvíkjandi arbeiðsumhvørvinum. Hvat verður gjørt rætt, hvat verður gjørt skeivt, hvør tørvur er á ábótum og so framvegis.

 

- Royndirnar vísa, at viðurskiftini altíð kunnu gerast enn betri, og tað bindur sjálvandi arbeiðsgevaran at gera nakað við møguligar trupulleikar. Hetta fær hann tó ríkiliga aftur í størri nøgdsemi millum starvsfólkini, sum altíð avrika best í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Hinvegin, um arbeiðsgevarin ikki ger neyðugu ábøturnar, har víst verður á trupulleikar, fer tað sjálvandi at vera eitt sera neiligt signal at senda starvsfólkunum, sigur Anna A. Andresen.

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur ikki ætlanir um leggja upp til, at APM-skipanin verður sett í gildi í Føroyum við lóg.

 

- Í fyrstu atløgu halda vit, at tað er rættari at brúka gularót enn písk. Best er, um APM-skipanin verður sett í verk í einum sjálvbodnum samstarvi millum arbeiðsgevarar og starvsfólk, ið tryggjar eina natúrliga menning av arbeiðsplássinum. Har hetta eydnast, fremur tað betri arbeiðsumhvørvi, og harvið gerast bæði starvsfólk og arbeiðsgevari í síðsta enda vinnarar, sigur Anna A. Andresen við Starvsmannafelag.fo.
 

Eftirkanningarlistarnir kunnu heintast á www.arb.fo.

kelda: starvsmannafelag..fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Tey lærdu okkum at elska Frelsaran.
Rættvísgjørdur av trúgv 
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Húsarannsókn hjá fleiri laksafyritøkum
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Er tað ein fyrimunur at kenna tey røttu í Býráðnum?
Páll á Reynatúgvu umhugsar uppskot
R7 Premier League (37) - 18. feb 2019
MYNDARØÐ: Stórur skaði við vøllin við Stórá
Svenskt met í stórum afturparti
Myndarøð: stormur í Vági
At lúgva um sína trúgv eitur Taqiyyah og er loyvt einum muslimi
"Kom á 2069!" (49) - 15. feb 2019
Prát við Hera Mortensen
Jóhann Lützen: Tjóðveldi ger einki við loysingina
Prát við Jákup Vestergaard og Bjørt Samuelsen
Eg veit ikki, um eg fái takkað øllum nóg mikið
Frans pávi játtar, at Pávakirkjan brúkar nonnur sum sex-trælir
Samrøða við Danjal av Rana
Føroysk genta skal vera maskottur á Anfield týskvøldið
Tíðindi klokkan 12
Annika Olsen stillar upp
Lars Løkke Rasmussen sendir heilsan til KOKS og Poul Andrias
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi