Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Varin fíggjarpolitikkur gevur rásarúm

Innanlands | 06/12-2018 15:01
Mynd: tvoroyri.fo

Mánadagin 3. desember bleiv fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar Kommunu fyri 2019, samtykt. Sum heild er hetta hugaligur lesnaður og fyri borgaran er tað at frøast um, at skatta prosentið verður sett enn longur niður – nú við einum heilum prosentstigi, úr 21,90% og niður á 20,90%.

Sammeta vit Tvøroyrar Kommunu við restina av kommununum í landinum, so eru heili 13 kommunur, av teimum 29 kommununum í Føroyum, ið hava eitt hægri skattaprosent enn Tvøroyri.

Kommunur uttanfyri Suðuroynna, við hægri skattaprosenti enn Tvøroyri, sambært Taks:
Fuglafjarðar Kommuna: 21,50%
Eystur Kommuna: 21,00%
Runavíkar Kommuna: 22:00%
Sjóvar Kommuna: 21,00%
Sunda Kommuna: 21,50% 
Vestmanna Kommuna: 21,50%
Vága Kommuna: 22,00%
Sørvágs Kommuna: 21,70%
Sands Kommuna: 21,00%
Skopunar Kommuna: 21,75%
Skálavíkar Kommuna: 22,00%
Húsavíkar Kommuna: 21,00%

Fyri Suðuroynna síggja skattaprosentini soleiðis út, sambært Taks:
Fámjins kommuna: 19,00%
Sumbiar Kommuna: 19,00%
Hvalbiar Kommuna: 19,95%
Hovs Kommuna: 20,00%
Porkeris Kommuna: 20,75%
Tvøroyrar Kommuna: 20,90%
Vágs Kommuna: 21,95%

Tvøroyrar Kommuna er eisini ein av teimum kommununum í landinum, ið hevur hægsta barnafrádráttin. Á Tvøroyri verður barnafrádrátturin í 2019 óbroyttur, t.v.s. 7.000,- kr. Einans sjey kommunur hava hægri barnafrádrátt enn Tvøroyri. Fugloyar Kommuna hevur ein barnafrádrátt á 10.000, Viðareiðis Kommuna 7.500, Eystur Kommuna 8.000, Eiðis Kommuna 7.500,-, Sands Kommuna 8.500, Skúvoyar Kommuna 8.000 og Tórshavnar Kommuna 8.000.

Fyri Suðuroynna sær barnafrádrátturin soleiðis út, sambært Taks:
Fámjins kommuna: 7.000 kr.
Sumbiar Kommuna: 6.500 kr.
Hovs Kommuna: 6.000 kr.
Porkeris Kommuna: 7.000 kr.
Tvøroyrar Kommuna: 7.000 kr.
Vágs Kommuna: 4.500 kr.

Tvøroyrar Kommuna hevði eitt avlop í rakstrinum uppá 7,2 mió kr. seinasta roknskaparár og við árslok 2019 verður skuldin svarandi til 0,78 álíkning. 31,352 mió. kr. eru settar av til íløgur í 2019.

tað skrivar tvoroyri.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Løgtingið bíðar eftir málum og álitum
Tummas Henriksen kom á Miðvág við KATRIN JÓHANNU seinnapartin
Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út
Hugnaløtan (16), tá Hanna Jensen var gestur, verður endursent í dag (7. des)
Brúgvin (113) - 10. des 2018
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi