Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Søgufrøðingur sum tjóðskaparpolitiskur meiningsmyndari

Lesarabrøv, Politikkur | 06/12-2018 13:00

Fáar politiskar viðmerkingar fara aftur við borðinum í almenna rúminum, uttan at søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skal geva til kennar sínar tjóðskaparpolitisku meiningar og viðmerkingar. Nú hevur Prosjekt Salt og Gamla Hospitali eisini verið gjøgnum kvørnina hjá Sølvará

Ilt av fígging til almentgagnlig prosjekt
Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará heldur ongan mun vera á játtanini til Salt á Tvøroyri og Gamla Hospitali í Havn, annað enn, sum hann skrivar, at til Salt bar Edmund biddaraposan og til Hospitalið bar Sjúrður biddaraposan.

Hvat fær virda søgumannin til at volka sær í, hvussu fíggingin til Salt er fingin til vega, sum í hesum føri frá AP Møller fonden, danska statinum og Føroya Landsstýri í felag. Hetta verður av Hans Andrias Sølvará skírt at ganga við biddaraposanum. Hetta er jú typiskur tjóðveldisretorikkur.

Mín fatan er, at so leingi vit eru í Ríkinum, og vónandi leingi, so stendur okkum frítt fyri at søkja ágóðar, sum aðrir ríkisborgarar - tað veri seg á fíggjarlóg ella úr privatum grunnum o.a. Tað er heldur soleiðis, at gera vit ikki tað, so hava vit forsømt møguleikan.

Øll, sum hava játtað figging til Prosjekt Salt gera tað eftir umsókn og kenna endamálið. Tey kunnu siga nei ella ja til umsóknina, her fer ongin biddaragongd fram, sum Hans Andrias Sølvará kallar tað.

Tilgongdin at fremja Prosjekt Salt
Søgan er í stuttum henda. Í tí fyrra førinum er tað ein søguligur bygningur á Tvøroyri, sum syngur uppá allar síðsta vers og er partvíst niðurdottin.

Havi skilt, at fleiri ætlanir hava fyrr verið um endurreisn, uttan at tað hevur eydnast. Nógv søgulig virði stóðu upp á spæl, bæði millumlanda og heimliga, sum Suðringar føla nógv fyri.

Spurningurin var um endureisingarætlan kundi gjøgnumførast av søguliga bygninginum, og samstundis um bygningurin kundi virka sum eitt slag av mentunarkraftdepli í Suðuroy. Nøkunlunda soleiðis skilti eg fólkini, eldsálirnar aftanfyri prosjekt Salt við Ólavur Rasmussen á ádda, tá eg var kontaktaður, sum fólkatingsmaður, um eg vildi hjálpa til við útvegan av fígging til Prosjekt Salt á Tvøroyri.

Skjal við undirskriftum av bæði landsstýrisfólkum og floksformonnum á Tingið um m.a. frítøku fyri mvg varð víst mær, sum prógv fyri føroyskari politiskari undirtøku.

Í besta samstarvi við Ólavur Rasmussen og Kristin Mikkelsen, borgarstjóra á Tvøroyri var farið til verka.

Tað kravdi nógv av okkum øllum og tók langa tíð, men við hegni og seiggi eydnaðist at koma á mál við prosjektinum.

Samstarv í Ríkinum um eitt fantastiskt prosjekt
Eitt fyrimyndarligt samstarv í Ríkinum, bæði privat og alment gjørdi tað møguligt við Prosjekt Salt, til stóra gleði og stórt framstig fyri Suðuroynna - og Føroyar.

Tí harmar tað meg at hoyra, hvussu hetta prosjektið og figgingin verður niðurgjørd við tjóðskaparpolitiskum motivum frá virdum søgumanni.

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

ES
Tá umræður Gamla Hospital, kenni eg ikki ætlanina til fulnar, men gleðist yvir og skilji væl, at statskassin vil hjálpa til við einari endurreisn og nýmótansgerð av einum søguligum fyrrverandi statsbygningi.

Rós til Sjúrða - sum ein kendur fyrrverandi danskur statsministari segði: ”man har et standpunkt til man tager et nyt.”

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi