Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tvístøða (49) - Øll sendingin

Tvístøða | 07/12-2018 15:30
Harry Knudsen, Tóri Højgaard, Arni Zachariassen og Sunneva Mohr

(Seinasta sending) Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.

Spurningur 1: (3:10) "Herfyri var Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna, spurd um hvør hevði ábyrgdina av teimum heimleysu føroyingunum. Tað vil siga teimum, ið ikki finna sær ein búðstað.

Eg má siga at svarið skelkaði meg: Eingin! Eingin hevur ábyrgdina av teimum segði hon. Fólk hava sjálvi ábyrgdina av at skaffa sær tak yvir høvdið. Um eingir bústaðir eru at finna, so kann man ikki siga at fólk sjálvi hava skyldina av tí? Eiga politikarnir ikki at taka um endan, heldur enn bara at snakka? Hvat heldur panelið?"


Spurningur 2:
(22:35) "Eg eri ein 35 ára gamal maður, eg havi konu og tvey børn. Eg eri komin í eina tvístøðu, og leiti mær tí góð ráð hjá tykkum. Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg. Vit hava verið vinmenn alt tað eg kann minnast. Vit gingu í flokki saman í fólkaskúlanum og vóru tá saman nærum hvønn dag. Tá vit vóru ungir, brúktu vit eisini nógva tíð saman, og hava saman loyst nógvar trupulleikar. Eg havi altíð verið sera góður við hann, góðtikið hann sum hann er, og fyri meg kennist hann sum ein beiggi.

Fyri nøkrum árum síðani hendi nakað, ið eftir øllum at døma gjørdi enda á okkara vinarlagi. Uttan at koma inn á júst hvat tað var, so dugi eg ikki at skilja hví hann skuldi kvetta sambandi við meg av hesum, ella hví eg ikki var verdur at vera hansara vinur eftir hetta.

Eg skilji tað ikki! Júst hetta er tað ringasta. Eg eri sera keddur av hesum og havi trupult við at góðtaka støðuna. Eg havi ringt til hansara, skrivað boð, sent brøv, pakkar o.s.v. o.s.v. Hann svarar ikki uppá nakað. Skal eg blíva við, ella skal eg bara góðtaka at hann hevur valt meg frá? Hvat halda tit?"

 

Spurningur 3: (38:05) “KVF sigur, at Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, heldur at tað er meira demokratiskt, um størri javnstøða er á vallistunum. Hon heitir á flokkarnar um at hugsa meira um at fáa kvinnur á vallistarnar til komandi løgtingsval.

Demokratia hevur kannað, hvør orsøkin er, at færri kvinnur enn menn stilla upp. Ein av orsøkunum var, at kvinnur í størri mun kenna seg noyddar at vera um børnini. Ein onnur orsøk er, at kvinnur tora verri í mun til menninir.

Gongdin er annars broytt seinastu 20 árini. Talið av kvinnum, ið stilla upp er hækkandi - og tað var tað fram til løgtingsvalið í 2011. Tá vóru tað 35% av teimum uppstillaðu, ið vóru kvinnur. Á løgtingsvalinum í 2015 minkaði talið. Tá vóru tað samanlagt 28% kvinnur, ið stillaðu upp.

Men er hetta yvirhøvir ein trupulleiki? Hví skulu vit mest sum tvinga kvinnur at stilla upp, tá tær eftir øllum at døma ikki vilja tað sjálvi?"


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi