Tíðindi klokkan 17
7. dec. 2018: Landsstýri hevði í morgun tíðindafund um hvussu tey ætla at loysa bústaðartørvin. Eyðgun Samuelsen greiður frá ætlanunum.
Novo Nordisk, hevði ætlanir um at byggja eina Diabetis miðstøð í Føroyum, men landsstýrið segði nei. Enn er ongin viðmerking komin frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum um, hví tey takkaðu nei.
Fíggjarnevndin viðgerð í dag uppskotið um eykajáttan til skúlabyggingina í Marknagili. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, verður við á fundinum. Hon vil ikki koma við viðmerkingum til málið fyrrenn frágreiðingin frá Samferðslumálaráðnum er klár komandi mikudag.
Barnabati hevur biðið løgtingið um at hækka játtanina úr 450.000 kr. upp í 1,2 mill. kr. Hetta so at børn og ung eisini kunnu fáa ráðgeving frá Barnabata um kvøldarnar og um vikuskiftið.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur