Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kleptoman-landskassi

Lesarabrøv, Politikkur | 07/12-2018 23:00

So er vikuskifti, og tú sleppur at rinda møðina eitt bil. Áðrenn mánadagur aftur rennur sleggjuna í skallan á tær.

Tú hevur arbeitt nógvar tímar av hørðum arbeiði fyri tína løn, men áðrenn hon er lend á tínari bankabók, so hava tey skattað hana. Orsøkin er so einføld: “Tú hevur pengar, vit vilja hava”.

Tá ið tú fert til handils, so skatta tey pengarnar, tú nýtir, og tann, sum tú keypir frá, verður eisini skattaður. Og tá viðkomandi aftur skal nýta pengarnar, so verður hann aftur skattaður, skattaður, skattaður ...

Roynir tú at goyma pengarnar, so skatta tey teg gjøgnum inflatión, so tú ert noyddur at nýta pengarnar. So søgdu tey, at tey skuldu geva okkum eftirløn, fyri okkara egna besta, soleiðis at tey kunnu skatta okkum við inngjald, útgjald og við inflatión.

Gev pengarnar vekk, skattur. Doyrt tú? Skattur. Lønarhækkan fyri at gerast betri á arbeiðsplássinum? Meira skatt, takk.

Tubbakk og brennievni verða skattað, tí tað forðar fólki í at roykja og koyra, sigst. Hvat er inntøkuskattur so, annað enn beinleiðis skatting fyri at arbeiða? Tað eggjar ongum at arbeiða.

Far á barr og keyp tær eina øl? Hon er væl og virðiliga skattað í hel, áðrenn tú sleppur at keypa hana frá barrvørðinum.

Við ovurhuga sita tey har sum likkur á pelum og eygleiða gjølla hvønn bita. Er biti at síggja, so er tað at kava beint niður í bunkan og í rættvísins navni og við lógini á sínari síðu gera krav uppá mettuna.

Tí øll eru líka; summi bara meira enn onnur.

Og hvat brúka tey so pengarnar uppá?

Glasir, sjálvandi, so tey kunnu halda okkum til rukku og flenna eftir okkum í sjónvarpinum. Tí tað eru bara fleiri túsund ársverk av landskattakrónum, sum tey hava spilt. Tað viðkemur teimum ikki, ongin kennir ábyrgd, og ongin tekur ábygd.

Fleiri hundrað milliónir, sum vit føroyingar hava arbeitt hart fyri. Pengar, sum eru upprunaliga ætlaðir at fólk kunnu keypa sær og familjuni mat og gjalda rokningar. Svara hvørjum sítt.

Tað er sum um at tey, skattamyndugleikarnir, ikki bara elska at neyðtøkuskatta okkum fyri okkara eksistens, men tey vilja eisini føla tað at vit kenna okkum eyðmýkt, niðurgjørd og misbrúkt tá tey oyðsla okkara virðir burtur uppá “arkitektoniskar perlur”, sum skulu metta egnar estetiskar sansir, eksistensiellu hugsanir og stórheitsvanvit.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi