Í dag fylla mannarættindini 70 ár
Í dag eru sjeyti ár síðani, at heimsyvirlýsingin um mannarættindi nærum einmælt varð samtykt av aðafundinum í ST. Hesi 30 rættindini, sum staðfesta rættin til lív, frælsi og trygd. Eitt virðiligt lívsgrundarlag. Rættvísi fyri lógini. Og frítt at trúgva, hugsa og tala. Hvussu hava tey tað?
Hendan spurning hevur føroya deildin hjá Amnesty International sett 15 ymiskum fakfólkum og persónligheitum í samband við 70 ára dagin. Svarini kunnu lesast í leinkjuni her.
Onkur metir ikki, at vit hava nakað at skála fyri. At mannarættindini fevna ov breitt. At mannarættindini missa undirtøku og verða avvíst, tá etisk virði verða inntulkað, sum menniskju rímiligt kunnu halda ymiskt um. At tíðin er komin til, at Heimsyvirlýsingin um mannarættindi verður endurskoðað. Meðan onnur undirstrika, at Heimsyvirlýsingin er stavnshaldið hjá teimum, sum vilja arbeiða fyri einum betri heimi. Og tá vit dagliga hoyra um rørslur, sum á óhugnaligan hátt minna um tær mannóndu fasistisku og nazistisku rørslur, ið førdu til týningarnar undir heims ardaganum, so er tað avgerðandi at vit leita fram tey minni, sum vórðu frísk í 1948, tá yvirlýsingin varð samtykt. Hetta skrivar Amnesty Føroyar í tíðindaskrivið.
Amnesty hátíðarheldur mannarættindadagin í kvøld frá kl. 18.30 á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Har bjóðar ungdómsbólkurin hjá Amnesty Føroyum til konsert við JASMIN og brævaskriving og pitsa.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur