Yvirtøka av kort- og landmátingarmyndugleikanum samtykt
Løgtingið hevur endaliga samtykt við stórum meiriluta, at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan. Hetta hóast at danir hava gjørt vart við, at avgerðin um yvirøkuna skal bíða.
Sambært Kringvarpinum halda danir, at bíðast skal eftir arbeiðsbólkunum við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar, sum eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein er fyri landkort og ein fyri sjókort. Og, danir hugsa eisini um, at markamótið millum kort- og landmátingarmyndugleikan og verjumál skal lýsast nærri fyri yvirtøkuna. Løgmansskrivstovan hevur tó eina aðra fatan. Løgmansskrivstovan sigur, at bólkarnir skulu fyrireika sjálva yvirtøkuna, ikki avgerðina um yvirtøkuna.
Lógin um yvirtøkuna kemur í gildi 1.apríl næsta ár, sjókortini koma tó ikki í gildi fyrr enn 1.januar í 2020.
Yvirtøkan er mett at kosta 2,6 mió. kr. um árið at yvirtaka landkortini og 5,6 mió. kr. at yvirtaka sjókortini.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur