Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Um 70 ár skulu trøini fanga útlátið frá 3.600 bilum

Uttanlands | 11/12-2018 14:45

Fleiri hundraðtúsund granntrø skulu hjálpa Noreg við at minka um CO₂-útlátið.

Í grønu fjallalíðunum í Tysvær í Rogaland í Noregi er fleiri túsund granntrø plantað tað seinasta árið. Trøini eru enn so lítil, at tey smæstu kunnu so dánt hómast niðri við grasrøturnar.

Endamálið við at planta trøini er, at tey skulu minka um CO₂-útlátið.

“Eingin ivi er um, at grann er tað slagið av norskum trøum, sum bindur mest av vakstrarhúsgassum,” sigur Jan Erik Larsen, skógarvinnustjóri í Tysvær við heimasíðuna Yr.no.

Noreg hevur bundið seg til at minka um CO₂-útlátið við 40 prosentum, og træplantingin er ein partur av tiltøkunum.

Bíligari enn reinsiskipanir

At planta trø er ein av bíligastu mátunum at binda CO₂, sigur Ingeborg Anker-Rasch, ið stendur á odda fyri ætlanini við at planta trø fyri veðurlagið.

“Tað kostar 20 krónur fyri hvørt tonsið um tú plantar trø, meðan ein reinsiskipan kostar 1.500 krónur fyri hvørt tonsið,” sigur hon.

Tá trøini í Rogalandi eru fullvaksin, hava tey bundið 350.000 tons av CO₂, sambært verkætlanarleiðaranum.

“Tað svarar til 3.600 bilar hvørt ár,” sigur Ingeborg Anker-Rasch.

Náttúruverndarfólk finnast at

Men Náttúruverndarsambandið í Noreg hevur í langa tíð funnist at ætlanini, tí sambært teimum tekur hon ov langa tíð.

“Verkætlanin fer ikki at virka fyrr enn um 40-60 ár, tá trøini byrja at verða stór, og tað er ivasamt, um virknaðurin verður so góður,” sigur Arnodd Håpnes, leiðari fyri Náttúruverndarsambandið.

Hann vísir á sokallaðu abedo-effektina, har myrku granntrøini fara at hita jørðina undir sær og soleiðis fanga hita um veturin. Eisini heldur hann at trøini fara at verða ein hóttan móti margfeldinum at djórum.

Umhvørvisstovnurin Zero stuðlar harafturímóti ætlanini, men heldur, at hon er langt ífrá nóg mikið til at røkka málinum, sum er at minka útlátið við 40 prosentum innan 2030.

“Eg haldi at skógarplanting er eitt av tiltøkunum, sum vit hava brúk fyri, fyri at røkka veðurlagsavbjóðingini, men vit mugu framvegis gevast við at brúka lívrunnin brennievni,” sigur leiðarin Kåre Gunnar Fløystad.

Nú skulu Umhvørvisstýrið og Landbúnaðarstýrið hyggja eftir royndunum sum higartil eru gjørdar, og síðani skulu tey gera tilmæli til sínar ráðharrastovur fyrst í komandi ári.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi