Gongur illa at skipa stjórn í Svøríki
Endar møguliga við nývali.
Tað gongur illa við royndunum at skipa stjórn í Svøríki, og nú ger Stefan Löfven, formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, eina roynd at skipa stjórn saman við Umhvørvisflokkinum. Ríkisdagurin fer fríggjadagin at atkvøða um uppskotið, sigur formaðurin í Rikisdegnum, Andreas Norlén.
Longu í gjárkvøldið boðaði Liberali flokkurin frá, at tey fara at atkvøða ímóti uppskotinum.
Kann enda við nývali
Eftir allar tær miseydnaðu royndirnar at skipa stjórn, hevur tingformaðurin ikki nógvar møguleikar eftir, og hann sigur seg vera vónbrotnan av, at flokkarnir hava verið so fastlæstir undir tingingunum.
Verður Löfven ikki valdur fríggjadagin, noyðist formaðurin at velja eitt fjórða valevni til at standa á odda fyri samráðingunum. Ber tað heldur ikki á mál, verður nýval í Svøríki.
Kelda: VG
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur