Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar um jól

Innanlands, Lesarabrøv | 15/12-2018 19:56

Jólini tykjast mær av fleiri orsøkum ríkiliga uppreklameraði - ikki minst við atliti til jól hjá teimum fátøku.

Og hvat munnu hesi ikki stúra fyri høgtíðini! Stakkals børn, sum eftir jólafrítíðina skulu møta sínum floksfeløgum aftur og ikki hava fingið eitt ella annað sum byrjar við I, eitt nú Ipad ella Iphone. Tað eru helst onkur, sum fellur fyri freistingini við quick-láni við "afturrindan langt inni í framtíðini". Tað ljóðar jú alt so gott.

Tess dýrari gávurnar eru, jú djúpari verður gjógvin millum tey, sum eiga - og tey, sum ikki eiga.

Tey fátøku eru ikki bara fátøk um jólini. Tey eru fátøk alt árið.

Eg havi sagt tað áður, og eg endurtaki orðaskvaldrið, at "hvør einstakur er sín egni eydnusmiðjur… og tað er bara at halda seg til…", men hetta er ikki ein reellur møguleiki hjá øllum.

Sjálv eri eg langt síðan lopin av hesum vogni. Tað var ógvuliga stuttligt í byrjanini at keypa øll tey ting, eg skuldi innrætta meg við - ája, so stóðu tey har. Tey vóru góð at hava, men eydnu? Nei!

Eg havi lært, at gleði og nøgdsemi koma innanífrá og út eftir og ikki øvut - sjálvandi í mun til ein dagførdan lívshátt, sum svarar til ta tíð, vit nú liva í, og hvat nú fylgir av góðum og minni góðum døgum.

Sjálvandi skulu fólk hava tað, tey hava brúk fyri, og eitt er rætt fyri meg og okkurt er rætt fyri onkran annan, hava tey tjent sínar pengar sjálvi, og vilja brúka pengarnar uppá merkavørur, ja so generar tað ikki meg. Tað er bara ikki eg .

Millum tey vælbjargaðu eru flestu kenningar væl fyri fíggjarliga. Hesi hava øll sítt sosiala netverk, og tey ána ikki, hvat tað er at liva úr hondini í munnin hvønn dag.

Alt snýr seg um tað peningaliga, sum eisini drenar tey fyri orku. Øll í teirra umhvørvi eru í somu støðu, og tey kenna ongan, sum hevur gjørt tingini, áðrenn tey gjørdu tey. Hvar skula tey byrja?

Heldur ikki í politikki eru nakrir arbeiðarapolitikkarar longur. David Cameron hevur ikki ein dag staðið á einari verksmiðju, og Helle Thorning gjørdist ongantíð ein sannførandi sosialdemokratur, tí har var ov nógv Gucci. Tíðin er komin til at stovna ein nýggjan flokk fyri láglønt við manninum og kvinnuni á gólvinum. Tað, sum eisini verður rópt "working poor". Tað eru tey, sum ikki hava umstøður til somu lívskrøv sum tey ríku, men sum kortini liva yvir evni við ymiskum skjótum lánum.

Tað eru eisini tey, sum ikki prioreterað rætt a la sendingina, Luxusfælden. Tað veit eg væl, men hetta eru ivaleyst tey fæstu.

Tað eru oftast ymiskar orsøkir til, at fólk eru komin í eina ónda fíggjarliga ringrás. Tað er so lætt at fara eftir teimum veikastu, sum ikki hoyrast og sum ikki hava atgongd til advokatar.

Hinvegin eiga vit at hava virðing fyri teimum, sum erliga fáa tingini at bera til, tí eg ivist onga løtu í, at hesi hava stríðst leingi og hava havt nógvar svøvnleysar nætur og muga áhaldandi halda seg dagførdan.Tað er hart arbeiði at røkka toppinum og líkamikið, hvør vinnugreinin er.

Ríkidømi og ídni hanga ikki neyðturviliga saman. Men ert tú løntakari verður tú ongantíð rík/ur- líkamikið, hvussu nógv tú arbeiðir.

Hóast tað er bert gjørligt at halda øllum koyrandi m.a, av teimum ið gjalda skatt man byggir á herarnar á hvørjum øðrum.

Hetta er kanska eitt síðuspor, men onkuntíð ruku viðmerkingarnar nakað skjótt avstað, onkur var umhugsaður og onkur var óumhugsaður. Men tað var tann tíð.

Anna Elisabeth Hansdóttir

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Toskurin ferðast
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi