R7-Myndarøð: Marknaðardagur á Fiskavirkinum í Gøtu í gjár
Marknaðardagur í Gøtu við føroyskari framleiðslu
Í gjár var marknaðardagur á Fiskavirkinum í Gøtu ( PRG ). Teir seinastu nógvu leygardagarnar hevur virki staði fyri einum fantastiskum tiltakið, sum nógv onnur virki áttu at gjørt teimum eftir.
Sum myndirnar vísa, so vóru nógv fólk á vitjan.
Tað sum keypast kundi var t.d. salt -og feskfiskavørur, ymiskt frá Veltan og Uttastovugarðinum á Sandi, ostur og skinka frá íverksetaranum Johan Mortensen, heimagjørd bomm, ymiskt frá Elin"sa, sum Elin Lindenskov stendur fyri, eisini
var ymiskt keramik, klæðir, grót-príðislutir, myndlist og turt føroyskt seyðakjøt.
Uttanfyri fiskavirki stóð sølu-vognurin sum seldi tann sera vælsmakkandi ræst kjøta burgaran.
Alt í alt ein sera hugnalig løta við nógvum vørum.
Tað er Andras Jákupsson, ið er ein av fyriskiparunum.
Sí myndirnar.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur