Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Vit byggja víðari

Lesarabrøv, Politikkur | 20/12-2018 21:45
Bjarnir Hammer

Tíðin komin til at broyta orðalagið til, at nú byggja vit víðari á okkara egnu herðar. Tað er eisini tað einasta rætta, tí politikkurin hjá sitandi samgongu riggar.

Brot úr røðu hjá Bjarna Hammer undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2019.

Harra formaður.
Eg havi oftani borið fram, at einhvør samgonga byggir á herðarnar á teimum undanfarnu. Men í dag viðgera vit fjórðu fíggjarlógina hjá sitandi samgongu. Tí er tíðin komin til at broyta orðalagið til, at nú byggja vit víðari á okkara egnu herðar. Tað er eisini tað einasta rætta, tí politikkurin hjá sitandi samgongu riggar.

Sjálvt um andstøðan finst harðliga at samgonguni, so ynski eg heldur ikki hesa ferð at finnast at andstøðuni. Eg síggi eitt sindur øðrvísi uppá tað. Eg síggi øðrvísi uppá fíggjarlógarálitið frá andstøðuni. Soleiðis, sum eg síggi uppá tað, so er orsøkin til, at andstøðan ikki kemur við nøkrum alternativi til eina fíggjarlóg fyri 2019, tann, at andstøðan hevur givið upp. Andstøðan hevur givið upp at stríðast ímóti samgonguni, og eg skilji tey væl.

Tað nýttar onki at blíva við, tí hendan samgongan hevur megnað tað, sum ongin hevur megnað frammanundan. Ein minniluta samgonga frá fyrsta degi. Allíkavæl hava vit gjøgnumført meiri enn nakar annar frammanundan okkum. Tað er eitt politiskt bragd, sum ikki er sæð fyrr í føroysku politisku søguni.

Harra formaður.
Flestu raðfestingarnar hava verið frammi fyrr í dag, tí vil eg varpa ljós á tað, sum samgongan hevur skrivað um Suðuroyartunnilin. Sjóvegisfarleiðin er lívsæðrin hjá suðuroyingum. Sjálvt um Smyril er eitt serstakliga gott skip, so er tað svikaligt til tíðir.

Samgongan hevur tí veruliga sett fokus á at tryggja eina enn betur og varandi farleið til og frá Suðuroynni. Suðuroyartunnilin nærkast, og tí mælir samgongan til, at Samferðslumálaráðið setir ferð á at fyrireika ein komandi Suðuroyartunnil, soleiðis at klárt verður at fara undir Suðuroyartunnilin, tá ið Sandoyartunnilin er liðugt boraður.

Tað er alneyðugt fyri menningina í oynni.

Hetta bar eg fram undir fíggjarlógar viðgerðini 2018.

Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: .
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi