Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Til gagns fyri allar landsins borgarar

Lesarabrøv, Politikkur | 22/12-2018 20:30
Kristianna Winther Poulsen

Fíggjarlógin fyri 2019 er samtykt. Talan er um eina framskygda fíggjarlóg, sum endurspeglar viljan hjá samgonguni til politiskar raðfestingar, ið koma øllum landsins borgarum til gagns, bæði verandi og komandi.

Føroyska samfelagið er eitt vælferðarsamfelag, har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Okkara vælferðarsamfelag skal støðugt mennast, so at vit eisini í komandi tíðum megna at varðveita hesa vælferð. Tað eru tey lond, har ríkidømið er so javnt býtt sum gjørligt, ið standa seg best, og har menniskjuni hava tað best.

Fjølbroytt útbúgvingartilboð
Samgongan raðfestir útbúgvingar og umstøður hjá ungum undir útbúgving. Góðar og fjølbroyttar útbúgvingar fyri øll eru eisini ein grundleggjandi partur av okkara vælferðarsamfelag.

Vit styrkja Fróðskaparsetrið, sum er ein av teimum heilt grundleggjandi stovnunum, tá ið tað ræður um at geva okkara ungdómi orsøkir til at vera í Føroyum, heldur enn at fara av landinum við tí váða, at tey ongantíð venda heimaftur.

Háskúlatilboðini verða eisini styrkt. Á háskúla kunnu ungfólk mennast til at standa seg betur í tilveruni, sum kann seta ómenniskjansliga høg krøv. Vit hava eisini raðfest Føroya Fólkaháskúla, Ítróttarháskúlan í Suðuroy og háskúlatilboð innan vistgrøði á Sandi.

Vaksnamannalæra og lívslong læring
Arbeiðið við vaksnamannalæru og førleikamenning heldur fram í 2019. Skipanin gevur einum stórum bólki av menniskjum betri atgongd og tryggari tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Í dag er arbeiði til allar hendur, men um tíðirnar broytast, eru ófaklærd fólk tey fyrstu, sum gerast arbeiðsleys. Ein orsøk til, at vit skulu hava góðar møguleikar fyri vaksnamannalæring og lívslangari læring, eitt øki sum í nógv ár hevur verið høgt raðfest í flestøllum øðrum londum í Europa.  

Javnstøða – somu møguleikar fyri bæði kyn
Arbeiðið til frama fyri javnstøðu millum kyn er uppraðfest, og hetta er ein umráðandi uppraðfesting. Vit skulu alla tíðina arbeiða fram ímóti einum samfelag, har bæði kyn hava somu møguleikar at liva tað lívið, sum tey ynskja, og okkara val skulu ikki avmarkast av okkara kyni.

Tað vísir seg, at ongastaðni eru kvinnur so útsettar fyri harðskapi sum í egnum heimi, og nógvar kvinnur og børn liva tíverri við harðskapi í gerandisdegnum. Hetta er eitt av mongum javnstøðumálum, og tí fegnist eg um, at Kreppumiðstøðin verður raðfest.

Føroyskt sum annaðmál

Og so má eg eisini nevna tey mongu menniskjuni úr øllum heiminum, sum eru komin til Føroya, antin av kærleika ella av arbeiðsávum, og sum hava valt okkara land sum teirra nýggja heimland. Tey skulu hava góðar umstøður at læra føroyskt, og tí skulu vit hava góð tilboð um undirvísing. Hetta krevur bæði væl skikkaðar lærarar og gott undirvísingartilfar, og her er eitt týdningarmikið arbeiði at gera.

Mentan og list
Mentanarøkið er styrkt, og mentan og list eru raðfest, sum tað eisini er ásett í samgonguskjalinum. Uttan mentan og list var okkara lív fátækt, og avrikini hjá okkara eru til gleði og njótilsi fyri okkum øll. Mentanargrunnurin er raðfestur, og yrkislistafólk hava nú møguleika at søkja um trý ára starvsløn. Eisini leiklist og filmslist hava fingið betri kor.

Orka og umhvørvi
Grøna umleggingin er í gongd fyri at náa málunum, vit hava sett okkum: at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.

Eingin framtíð uttan eitt burðardygt og væl røkt umhvørvi, og samgongan hevur uppraðfest karmarnar fyri umhvørvisvernd, so at bæði verandi og komandi ættarlið skulu hava ágóðan av okkara fantastisku náttúru.

Sum heild hava vit eina góða fíggjarlóg, sum er til gagns fyri allar landsins borgarar.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin  

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi