Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bjarni Djurholm: Nólsoyggin og hini hildin fyri gjøldur

Innanlands, Lesarabrøv | 28/12-2018 08:30

Spurningur er eisini, hví Útoyggjafelagið ikki mótmælti, at verandi samgonga slepti verkætlanini at byggja Nólsoyarferjuna? Er politiska skeggið av nær høkuni har?

Nólsoyggin og hini hildin fyri gjøldur

Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn eisini dumpað í samferðslumálum.

Longu á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 var Nólsoyarferjan á íløgukarminum - aftaná at havnalagið var útbygt í Nólsoy, men aftaná valið 2008 varð ferjan strikað av CHE-samgonguni. 

Síðani kom fíggjarkreppan og seglini vórðu repað.  ABC-samgongan avráddi tí í 2009 at dagføra Ternuna til siglingina um fjørðin. 

Nýggja ferju
Borgarliga samgongan frá 2011 til 2015 setti sær síðani fyri at byggja nýggja ferju, og við støði í ferjutekningunum frá 2007 bleiv nýggja ferjan skitsuprojekterað. 
Í

2013 bleiv verklagslógin samtykt í Løgtinginum. 
Aftaná fyrireikingar og endaliga projektering bleiv ferjan boðin út í 2015. Byggingin skuldi byrja við endan av 2015.

Eingin ferja
Men aftur hesaferð datt hon niðurfyri, tá Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn tóku við 14. september 2015.
Sosilaistiska samgongan boðaði um ársskiftið 2015/2016 frá, at eingin ferja bleiv bygd, heldur einki avloysaraskip skuldi fáast til vega. 

Tí er støðan nú so út av lagi - til stóran ampa fyri leiðina um fjørðin og vantandi virðing fyri nólsoyingum í síni heild.
Var Nólsoyarferjan bygd, so vóru eingir av verandi ótolandi trupulleikum aktuellir hjá nólsoyingum. 
Somuleiðis á øðrum útoyggjafarleiðum hjá SSL.

Panikkur
Nólsoyingar mótmæltu í Tinganesi fyrr í ár. Tá kom panikkur í, og nú skal sáttmáli undirskrivast um tríkilju til 3 bilar fyri heilar 34 mio kr, sum eingin vil hava. 

Landsstýrsimaðurin sigur, at hetta er ein skundloysn. Hann, sum hevur sitið sum borgarstjóri, eisini fyri nólsoyingar í 12 ár!

Spurningur er eisini, hví Útoyggjafelagið ikki mótmælti, at verandi samgonga slepti verkætlanini at byggja Nólsoyarferjuna? Er politiska skeggið av nær høkuni har?

Sirkussið er fullkomið - og oyggjafólk hildin fyri gjøldur.
Hetta var so eisini sosialistiska gongan.

Bjarni Djurholm


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi