Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tað er møsn Kári

Innanlands, Lesarabrøv | 29/12-2018 10:03

Eingi prógv eru fyri at kommunusamanleggingar geva fíggjarligar fyrimunir. Kári Egholm Jacobsen, býráðslimur í Runavíkar Kommunu

Enn einaferð sleingja býráðspolitikkarar um seg við tómum orðum um kommunusamanleggingar.

Høvuðsargumentið var aftur hesaferð, størri kommunur geva fíggjarliga sterkari eindir. Men er hetta nú satt? Er tað veruliga soleiðis, at stórar kommunur hava tørv á minni peningi frá sínum borgarum enn smærri kommunur?

Um sannleikin er, at størri kommunur eru fíggjarliga sterkari enn smærri, so eigur hetta sjálvsagt at síggjast aftur í kommunuskattaprosentinum. 

Á Skálafjørðinum eru tríggjar kommunur við niðanfyristandandi fólktalið:

Runavíkar kommuna: 4025

Nes kommuna: 1325

Sjóvar kommuna: 1068

Runavíkar kommuna, sum hevur nógv flest borgarar, eigur sambært útsøgnini hjá Kára at krevja munandi lægri gjald frá sínum borgarum enn hinar “smærru” kommunurnar. Sannleikin sigur tó nakað annað.

Um vit velja at arbeiða við rundum tølum sæst júst tað øvugta, nevniliga at Runavíkar kommuna hevur tørv á áleið 5% meiri frá sínum borgarum enn Sjóvar kommuna, og nærum heili 7% meiri frá sínum borgarum enn Nes kommuna. 

Rætti spruningurin at sett Kára Egholm Jacobsen er: Um tit eru fíggjarliga sterkari við nógvum fólki, hví krevja tit so meiri pening frá tykkara borgarum enn hinar “smærri” kommunurnar. 

Veruleikin er at eingi prógv eru fyri, at vit fáa fíggjarligari sterkari eindir um vit leggja saman í størri kommunur. 

Hetta er tó ikki mítt kjak, eg havi fyri so vítt onga meining um hvørt Skálafjørðurin skal verða ein kommuna ella ikki. Eg kenni meg tó noyddan at tala at, tá politikkarar ferð eftir ferð sleppa at sleingja útsagnir út, uttan at nakar setir spurnartekin við tær. 

Jógvan í Skorini


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi