Yngsti miljardingur í Tanzania rændur og afturkomin
Dúgliga varð biðið í Tanzania til Allah fyri Mohammed Gulamabbas Dewji dastið av oktober mánað, og tað mundi hjálpa, tí miljardingurin slapp leysur.
“Mo” Dewji verður sagdur at vera yngsti miljardingur í Tanzania, 43 ára gamal og góður fyri $ 1,3 mia (10 mia kr) kr smbr Forbes Mag.
BBC og Daily Mail dekkaðu hesa afrikansku burturføring, meðan hon varaði.
Mo er ljósleittur, og hóast purlut hár sær hann meiri arabiskur enn afrikanskur út. Ikki minni tanzanskur enn so, at hann sat í tjóðartinginum í Dar es Salaam frá 2005 (tá bert 30 ára gamal) til 2015, tá hann legði politikkin á hillina.
Vanligt er, at afrikanskir ríkmenn eru mutraðir politikar ella ríkir av at hava mutrað politikarar. Men Dewji tykist ikki at hava kraddað til sín tey 10 árini í politikki, men at hava tjent sínar miljardir sum dugnaligur vinnulívsmaður.
Hann arvaði fyritøkuna MeTL frá pápa sínum og hevur klárað at víðka hana til at umfata fleiri afrikansk lond. Best kenda vøran, fyritøkan framleiðir, kallast Mo Cola og klárar at kappast við Coca-Cola í Afrika.
Tað byrjaði við, at Dewji setti bilin ein morgun uttan fyri gistingarhúsið Coloss-eum í Dar es Salam fyri at venja í fitness rúminum, men vápnaðir menn rændu hann, áðrenn hann slapp innum, og koyrdu burtur við honum.
Mannaráðið vakti stóran ans í Tanzania, tí tann rændi er fyrimynd sum hov-ríkur maður, tiltikin fyri at geva pening til vælgerðarmál. Hann varð rændur og burturførdur á opnari gøtu av útlendskum brotsmonnum, meinar løgreglan.
Mo Dewji er ein av teim ríkmonnum kring heim, ið alment hava undirskrivað sonevnt “vælgerðarlyfti” og er tí høgt virdur millum sínar landsmenn, ið bóðu dúgliga til Allah tær vikurnar, hann var horvin.
Familjan hjá milliardinginum beyð rænarunum $ 440.000 (= 3 mió kr) í loysigjaldi. Men samstundis lovaði løgreglan teimum stóran pening fyri at koma við upplýsingum, ið kundu føra til, at illgerðarmenninir vóru tiknir.
Nakrar vikur gingu, so var Mohammed Gulamabbas Dewji heima aftur. Eingin fjølmiðið veit tó fyri vist, hvussu hann, familjan ella løgreglan bóru seg at, ella hvussu nógv tað kostaði, at Dewji varð leyslatin í øllum góðum.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið

Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

R7 Premier League (41) - 9. des 2019

Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul

Sonne Smith um nýggja havrannsóknarskipið

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

Hol sett á arbeiði undir Høganesi

Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út

Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B

Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum

Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"

Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið

Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum

Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Trupulleiki við muni á fiskaprísi

Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður

Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima

Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?

TALUFRÆLSI
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











