Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Macron gekk við nasunum í ský, meðan París brann

Andøvsløtan | 06/01-2019 15:47

Macron er herviligur globalistur og vil leggja landamørk niður, so øll 3-heims landa-strok, ið vilja, kunnu flyta niður í ES-almannakassar. Macron var í undanfarnu stjórn

Hollande var forseti tá. At end stuðlaðu bert 3% av fronskum veljarum Hollande, tí hann gjørdi Frakland til eitt sosialistiskt og muslimskt galihús. Sosialistiski Macron segði upp áðrenn, stovnaði flokkin En Marche og stillaði upp sum miðpolitikari! Fjølmiðlarnir gjørdu, at hann fekk 60% undirtøku til síðsta forseta- og tjóðartingsvali.

Tá blakaði Macron gekkaskortin og vísti sítt sanna andlit. Nú kappast hann við Merkel o.a. ES-leiðarar um at islamisera Evropa og at bróta niður franska, evrop-iska og kristna mentan. Hann sigst vilja bjarga franska búskapinum frá ringu fylgjunum av vinstrahalla búskapinum hjá Hollande og sær sjálvum.

Macron dansar á bonaðum gólvum um allan heim við fremstafingri á lofti. Í novemb-er deildi hann Trump forseta á G-20 fundi í Argentina og skuldsetti hann fyri at vera “nationalist”. Sjálvur sigur Macron seg vera “patriot,” “fosturlandsvin”, men ikki “nationalist.” Tað partiotiska er moralskt rætt. Tað tjóðskaparliga er ringt og ónt.

Í november var undirtøka fronsku veljaranna fyri Macron fallin úr 63% niður í 28%.

Vikuna eftir reypaði Macron aftur í Katowiche í Pólandi við fremstafingri uppi, at hann og franska tjóðartingið fóru at hækka avgjaldið á bensini og diesel 30%. Endamálið var at fíggja part av teim $100 mia, sum heimsins framkomnu lond skuldi gjalda 3-heims pestholum (les: teirra korruptu leiðarum) smbr París-avtaluni.

Macron er millum teir politisku leiðarar, ið halda, at veðurlagsbroytingar eru størsta hóttan móti mannaættini! Um Vestanlond (men ikki kolslúkar sum Kina og India) ikki gjalda 3-heimi $ 100 mia árliga (at byrja við, meiri seinni), klára vit ikki at lækka globalu upphitingina 0,2 stig minni enn annars væntaðu 2 stig upphiting um 100 ár! Veðurlagsbroytingar eru heimsins størsta ræðuherferð, síðan Pávakirkjan uppfann í miðøld “reinsanareldin”, ein helvitis forgarð, sum fólk tó kundu keypa seg burturúr.

Macron hevði ikki meiri enn hálvtalað orð, so fóru 1000-tals miðal hampa fraklend-ingar út á gøturnar í (lógarfestum) gulum vestum at mótmæla. Vikuskiftini eftir løgdust onnur túsundir til, t.m. berman, fascistarnir á vinstraveinginum, og tá logaðu bilar, handlilsgluggar vórðu rændir og brendir í París. Macron kundi ríða og renna.

Macron snúði 180 stig, uppgav eyka bensingjaldið, men undirtøkan fyri honum var tá  fallin niður í 18% (Undirtøkan fyri Donald Trump liggur stútt oman fyri 45%). Men tað er eisini munur á forsetum, tí franska og tí amerikanska, munur á monnum.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi